Starvsfólk til fyrisitingina
Søkt verður eftir starvsfólki til fyrisitingina í Sernámi. Talan er um 2, møguliga 3 føst starv á fulla tíð at byrja 1. feb 2025 ella skjótast eftir tað. Møguleika er fyri at arbeiða niðursetta tíð.
Sernám er ráðgevandi stovnur til skúlar og dagstovnar í Føroyum, og arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið. Fyrisitingin er staðsett í Tórshavn, og tú verður partur av einum fyrisitingarligum toymi.
Starvið inniber nakrar av hesum uppgávum:
- Fyrisitingarligar uppgávur
- Skjalaskráseting
- Móttøka, sum inniber skrivligt og munnligt samskifti uttanhýsis og innanhýsis
- Tilrættalegging og samskipan av tiltøkum
- Bókhald
- Fíggjarætlanararbeiði
- Fyrisitingarligar uppgávur, sum hava við starvsfólkaviðurskifti at gera
- Dagføring og samskipan av heimasíðu okkara
- Viðlíkahald av starvsfólkahandbók
- Uppgávur innan KT og dátuvernd/GDPR
- Viðvirka til uppbyggjan av hagtalsgrunni
- Aðrar fyrisitingarligar uppgávur saman við leiðsluni
- Aðrar fyrifallandi uppgávur
Um tú hevur førleikar og royndir við nøkrum av omanfyrinevndu uppgávum, vilja vit fegin hoyra frá tær. Saman finna vit útav júst hvørjar uppgávur passa væl til tín.
Um teg:
- Førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis
- Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og undir trýsti
- Tænastusinni
- Dugir væl at orða teg í skrift og talu
- Intiativtakan og áhuga í menning í mun til egið fak
Førleikakrøv:
- Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
- Royndir við fyrisiting og lætt við at seta seg inn í KT-skipanir, so sum BSL og 360/Skjalhald
Vit bjóða:
- Fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við ymiskum uppgávum
- Samband við ymiskar fakbólkar innanhýsis og ymiskar stovnar uttanhýsis
- Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi
Setanartreytir til starvið:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200 ella 292200 ella í teldubrævi til margreth@sernam.fo.
Umsóknarfreist:
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 5. januar 2025 og skulu sendast til:
Sernám
Bókbindaragøta 8
FO-100 Tórshavn
ella sum teldubræv til starv@sernam.fo
Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung (0-18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning.
Tann, sum settur verður, má verða sinnaður at luttaka virkin í at menna Sernám sum stovn umframt at tola broytingar í starvinum.