

BLÓMUPRÝÐARI ELLA KREATIVT FÓLK TIL VÁRPERLU Á GLYVRUM
BLÓMUPRÝÐARI ELLA KREATIVT FÓLK TIL VÁRPERLU Á GLYVRUM
Vit lata skjótt upp í nýggjum og flottum kørmum á Glyvrum, og vit mangla teg.
Tú ert kreativ/ur, dámar væl at brúka tít hugflog og ráðgeva viðskiftafólki viðvíkjandi keypi av blómum, plantum, prýðislutum og øðrum.
Tú arbeiðir sjálvstøðugt og trívist við avbjóðingum.
ARBEIÐSUPPGÁVURNAR
Tú hevur samband við nógvar ymiskar kundar og grundleggjandi verða uppgávurnar hjá tær at:
- Taka ímóti okkara viðskiftfólki, sum koma inná gólvið
- Ráðgeva í keypi av blómum, plantum og planturøkt
- Binda blómutyssi, gera samanplantingar, gávukurvar, v.m.
Hvør ert tú?
Vit vænta, at tú:
- Elskar at vera kreativ/ur og brúka títt hugflog
- Ert útvend/ur og dámar at arbeiða við menniskjum
- Ert framsøkin og vilt mennast bæði fakliga og persónliga
- Ert skipað/ur
Hvat kunnu vit bjóða tær?
Eitt starv í eini fjølbroyttari og spennandi fyritøku við góðum starvsfelagum og góðum samanhaldi. Starvstaðurin er í Várperlu á Glyvrum. Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Judith á tlf. 273197 ella Miu á tlf. 237295.
Send okkum tína umsókn, lívsrensl og møgulig prógv og ummæli umvegis alfred ella á hr@borg.fo og viðmerk ‘Starv í Várperlu. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.
