Betri Trygging
Betri Trygging
Betri Trygging

Vit søkja lærlingar

Treingir tú til nýggjar avbjóðingar? Dámar tær at hava við fólk at gera? Ert tú tænastusinnað/ur?

Kom so og lær víðari hjá Betri Trygging. Vit hava lærupláss tøk at seta eftir summarferiuna. Tvey í Havn og eitt á deildini á Tvøroyri.

Hvør ert tú?

Tað týdningarmesta er, at tú ert fyrikomandi og dámar at hava við fólk at gera. Tað ger einki, um tú ikki kennir nakað til tryggingarøkið – tað læra vit teg alt um.

• Tú hevur í minsta lagi prógv á miðnámsstøði

• Hevur tú arbeiðisroyndir innan eitt nú handverk, ráðgeving ella sølu- og tænastu, er tað ein fyrimunur

• Tú ert álítandi, fyrikomandi og veitir góða tænastu

• Tú tekur ábyrgd og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað

Hvat fært tú?

Tá ið tú kemur í læru í Betri Trygging, fært tú eina góða, grundleggjandi útbúgving, ið gevur møguleika at lesa víðari. Eitt gott og avbjóðandi næmingastarv við kappingarførari løn, góðum setanartreytum og støðugari førleikamenning.

Harumframt:

• 35 tíma arbeiðsviku

• 2 ára lærutíð við góðari løn og eftirløn

• Fittar og stuttligar starvsfelagar við plássi fyri skemti í gerandisdegnum

• Starvsstað á Kongabrúnni í Havn ella á Tvøroyri

• Góða kantinu

• Atgongd til fitnesshølið

• Starvsheitið »Tryggingaratstøðingur« eftir lokna útbúgving

Hvat skalt tú gera?

Vit loysa dagliga nógvar ymiskar uppgávur, og tú kemur tíðliga í samband við kundarnar og sleppur at royna teg. Á Tvøroyri er læruplássið á Kundadeildini, og í Havn er eitt lærupláss á Kundadeildini og eitt á Skaðadeildini. Fyri tað mesta ert tú til arbeiðis, men umleið 5. hvørja viku tekur tú skúlaskeið á 3 dagar í Havn. Vit leggja stóran dent á, at tú trívist og lærir sum mest. Tí fært tú ein innanhýsis mentor, sum hjálpir tær í lærutíðini, eitt nú við:

• Kundasamskifti, har tú vegleiðir og ráðgevur kundunum

• At viðgera skaðar

• Kundarøkt

• Sparring og vitanardeiling innanhýsis.

Hvussu søkir tú?

Ljóðar hetta áhugavert, send so umsókn, lívsrensl og avrit av prógvum til hr@trygging.fo í seinasta lagi 27. apríl 2025. Hevur tú spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at spyrja Duritu S. Dal-Christiansen, HR-ráðgeva, á tlf. 548695 ella t-posti ddc@trygging.fo. Á Instagram, Facebook og LinkedIn kanst tú fáa eitt innlit í Betri Trygging sum arbeiðspláss. Størvini verða sett 1. september.

Lýsing er stovnað24. March 2025
Umsóknarfreist27. April 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
1 Kongabrúgvin, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki