Hiddenfjord
Hiddenfjord
Hiddenfjord

Lærlingar til alingina

Hugsar tú um at gerast alari? Hiddenfjord bjóðar tær eitt spennandi lærupláss við samanrenning millum upplæring á læruplássi og undirvísing í skúla.

Sum lærlingur fært tú møguleika at arbeiða við aling á sjógvi og landi, og í skúlatíðarskeiðnum lærir tú um ástøðilig viðurskifti í sambandi við aling.

Skúli

Tá ið tú ert í læru sum alari, fert tú á skúlaskeið á Miðnámi í Vestmanna í fýra umførum. Á skúlanum fært tú undirvísing í almennum lærugreinum og yrkislærugreinum, so sum fiskaaling, alitøkni, trygd, burðardygd og alibúskapi.

Tú kanst lesa meira um útbúgvingina her

Samlaða lærutíðin er fýra ár. Býtið millum skúla og lærupláss er 2½ ár á læruplássi og 1½ ár á skúla.

Staðseting

Vit hava lærupláss til smoltstøðina á Fútakletti og til aliøkini á sjónum, ið eru í Vestmanna, í Miðvági, í Sørvági og á Velbastað. Lærlingarnir sleppa at royna seg í øllum liðum í laksaframleiðsluni hjá Hiddenfjord.

Upptøkukrøv

Fyri at verða upptikin krevst, at tú hevur 9. floksprógv.

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 26. mai 2025.

Skúlaskeiðið byrjar í heyst, men lærlingurin kann byrja í læru í tíðarskeiðnum 1. juni til 1. august 2025.

Løn

Lønin verður ásett sambært galdandi sáttmálum og lønartalvum á arbeiðsmarknaðinum, ið síggjast her.

Umsókn

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til:

- Petur Skeel Dahl, rakstrarleiðara á smoltstøðini, á telefon 210135

- Hans Olsen, rakstrarleiðara á sjónum, á telefon 230415

Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skal sendast til starv@hiddenfjord.com.

Lýsing er stovnað25. March 2025
Umsóknarfreist6. May 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Sørvágur, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki