Miðlahúsið
Miðlahúsið
Miðlahúsið

Ver røddin í føroyskum ítrótti!

Ítróttarjournalistur til Sosialin og in.fo

Brennur tú fyri ítrótti og hevur evnini at seta orð á tað, ið hendir á leikvøllinum? Dugir tú at skriva fangandi greinar, gera poddar og videosamrøður, sum fáa lesarar at liva seg inn í løtuna? So er hetta møguleikin fyri teg!

Um starvið

Vit sóknast eftir einum eldhugaðum ítróttarjournalisti, ið vil verða við til at menna ítróttarjournalistikki á Sosialinum og in.fo. Tú verður partur av eini virknari redaktión í Miðlahúsinum, har tú fært høvi at seta tín dám á ítróttartíðindini og arbeiða við einum breiðum úrvali av miðlaupplivingum – frá teksttilfari og greinum til poddar og videosamrøður.

Starvið er fríyrkisstarv, sum merkir, at tú arbeiðir sjálvstøðugt, men verður ein týðandi partur av ítróttartoyminum hjá Sosialinum og in.fo. Ítrótturin steðgar ongantíð – og tí merkir tað eisini, at arbeiðið fevnir um nógv úrtíðararbeiði, tí nógv ítróttartiltøk fara fram uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Tínar uppgávur:

  • Fylgja føroyskum og altjóða ítrótti og skriva greinar og tíðindi til in.fo og Sosialin
  • Gera samrøður, reportasjur og frásagnir, bæði í skrivligum formi og sum poddar og video
  • Dekka ítróttartiltøk við beinleiðis frásagnum og samrøðum
  • Samskipa ítróttarjournalistikki á øllum miðlapallum hjá Sosialinum og in.fo
  • Hava ábyrgd av ítróttarøkinum á Sosialinum og samskifta við hini fríyrkisfólkini í ítróttartoyminum

Vit vænta av tær:

  • At tú hevur eina sterka nøs fyri tíðindum og kanst fanga tað, sum hendir í ítróttarheiminum
  • At tú dugir væl at orða teg og hevur ein góðan journalistiskan stíl
  • At tú trívist við at arbeiða sjálvstøðugt og í einum virknum toymi
  • At tú hevur tekniskt skil fyri upptøkum og kann arbeiða við video og poddum
  • At tú ert til reiðar at arbeiða í óregluligum arbeiðstíðum og hevur áhuga í at fylgja við ítrótti hvønn dag
  • At tú hevur viðkomandi útbúgving innan miðlar/journalistikk ella royndir innan ítróttarjournalistikk (ein fyrimunur)

Vit bjóða tær:

  • Eitt fjøltáttað og mennandi starv í eini miðlafyritøku í menning
  • Ein spennandi og dynamiskan arbeiðsdag, har tú sleppur at arbeiða við ítrótti á øllum miðlapallum
  • Møguleika at seta tín dám á ítróttarjournalistikk í Føroyum
  • Góðar menningarmøguleikar, bæði fakliga og persónliga
  • Eitt livandi arbeiðsumhvørvi, har journalistikkur verður framleiddur alt samdøgrið

Soleiðis søkir tú:

Søk umvegis Alfred ella send umsókn til: eirikur@sosialurin.fo.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, so bíða ikki ov leingi við at søkja!

Hevur tú spurningar?

Eirik Lindenskov, blaðstjóri, svarar fegin spurningum um starvið. Tú kanst seta teg í samband við hann á tel. 216409 ella skriva til eirikur@sosialurin.fo.

Lýsing er stovnað19. March 2025
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki