

Samskipari til konsertir – ábyrgd fyri barrini
Samskipari til konsertir – ábyrgd fyri barrini
Hevur tú yvirlit og trívist í einum umhvørvi, har tónleikur, matur og øl ganga hond í hond? So er hetta møguleikin fyri teg! Oy leitar eftir einum samskipara til konsertirnar, ið samstundis hevur ábyrgdina av barrini.
Arbeiðsuppgávur
- Tryggja, at matstovan og VIP-rúmið eru klár til gestirnar
- Samskifta við tónleikarar og hava yvirlitið undir konsertum
- Tryggja, at ljóð, ljós og pallur eru til reiðar
- Seta starvsfólk til barrina og gera vaktarskema
Vit vænta av tær
- Tú ert tænastusinnað/ur og yvir 18 ár
- Royndir innan barr ella matstovu er ein fyrimunur
- Tú ert fleksibul og dugir at tillaga tína tíð eftir ymisku tiltøkunum
Talan er um eitt fulltíðarstarv, har arbeiðstíðirnar kunnu vera ógvuliga skiftandi alt eftir, hvørji tiltøk eru á skránni. Tað er tí umráðandi, at tú ert fleksibul og kanst laga teg eftir tørvinum.
Hví Oy?
Oy er ein barr, eitt bryggjarí, konsertstað og matstað í einum. Vit bryggja og tappa okkara egna øl á staðnum og borðreiða við leskiligum mati – alt á sama stað. Summir føroyingar látast at vera fínir franskmenn og para vín og mat, men vit eru norðurlendingar! Vit duga at samanseta øl og mat.
Vit skipa fyri nøkrum av, um vit sjálvi skulu siga tað, Føroya feitastu konsertum. Vit hava tiltøk við føroya fremstu tónleikarum. Tú fært tí ein heilt serligan møguleika at gerast ein partur av einum livandi og dynamiskum umhvørvi!
Freist: 1. apríl, men send umsóknina heldur í dag enn í morgin – vit halda samrøður leypandi!
Spurningar viðv. Starvið kunnu sendast til Bojan Andonov á Barr@oy.fo.