

Marknaðarfólk við KT royndum
Vit leita eftir einum persóni, ið hevur tev fyri KT og hevur lætt við at seta seg inn í
nýggjar skipanir.
Tínar høvuðsuppgávur eru at:
• leggja kampanjur inn í okkara FK-skipanir
• koma við hugskotum til vøruval og kampanjur
• hava ábyrgd fyri lýsingarátøkum í samstarvi við marknaðarleiðaran
• fylgja við í hvat hendir á marknaðinum
Um teg
Tú ert virkin og hevur lætt við at samstarva. Tú dugir at skriva føroyskt og ert royndur brúkari av MS Office-pakkanum. Tú ert væl skipað/ur í einum gerandisdegi við tíðarfreistum og kanst arbeiða við fleiri ymiskum uppgávum í senn.
Arbeiðsstaðið er á skrivstovu okkara í FK í Hoyvík.
Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Løn sambært avtalu.
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Bo Møller Hansen, marknaðarleiðara, tel. +298 217593, t-postur: bm@fk.fo
Umsókn við CV skal sendast til: bm@fk.fo

