Virkishúsið við Ánna
Virkishúsið við Ánna
Virkishúsið við Ánna

Starvsfólk til Virkishúsið við ánna

Virkishúsið við ánna leitar eftir einari eldsál við kreativari tilgongd at arbeiða saman við okkum. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv frá 1. januar 2025 til 1. juli 2025, við 25 arbeiðstímum um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og fevna um dag-, seinnapart-, kvøld- og vikuskiftisvaktir.

Um Virkishúsið við ánna
Virkishúsið er eitt klubtilboð til børn og ung, sum bjóðar ein frístað við nærverandi og empatiskum vaksnum. Vit hava opið gerandisdagar, um kvøldarnar og leygarkvøld og bjóða eina breiða skrá við tiltøkum, verkstovum og øðrum virksemi fyri børn og ung frá 3. flokki til 18 ár. Vit hava eisini Garasjuna, eitt serligt kvøldartilboð.

Tín leiklutur
Sum starvsfólk í Virkishúsinum verður tú partur av einum lítlum, samansjóðaðum toymi, ið arbeiðir við at skapa eina fjølbroytta og virkna dagsskrá. Tú fert at samstarva við børn og ung um at menna teirra hugskot og geva teimum íblástur.

Vit leggja dent á, at tínir eginleikar og tín persónligheit hava minst líka stóran týdning sum tín útbúgving. Tí seta vit ikki krøv um ávísa útbúgving.

Vit vænta, at tú:

  • Brennir fyri at arbeiða við børnum og ungum og megnar at skapa jaligar relasjónir, sum stimbra teirra sjálvsálit

  • Ert fyrikomandi, opin og forvitin í samskiftinum við børn og ung

  • Dugir at uppsøkja og seta í gongd stuttligar og mennandi verkætlanir, samstundis sum tú eggjar teimum ungu at brúka sítt hugflog

  • Torir at taka ábyrgd og hevur ein natúrligan myndugleika

Vit bjóða tær:
Eitt spennandi, fjølbroytt og mennandi starv, har tú hevur møguleika fyri at ávirka innihaldið í virkseminum hjá Virkishúsinum.

Løn og setanartreytir
Setanarstaðurin er í Vága kommunu, og tann setti skal tola, at broytingar kunnu koma fyri í starvinum.
Setanar- og lønarviðurskifti verða sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Soleiðis søkir tú
Søk starvið við at trýsta á SØK NÚ knappin á høgru síðu. Viðfest møgulig prógv, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møgulig viðmæli.

Freist at søkja
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 27. desember 2024 kl. 12.

Meira kunning
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Margaret Ludvig Kjelnæs, virkandi leiðara, á telefon +298 79 44 61 ella teldupost margaret@vaga.fo.

Lýsing er stovnað11. December 2024
Umsóknarfreist27. December 2024
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Sandavágur, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki