Vágs Kommuna
Vágs Kommuna
Vágs Kommuna

Netsamskipari til Barnaverkætlanina í Vági

Hevur tú hug at arbeiða við fyribyrging og menning innan barna- og ungdómsøkið? Sært tú fyri tær, hvussu eitt sunt og stimbrandi umhvørvi fyri børn og ung í eini kommunu kann síggja út? Kundi tú hugsað tær eina lyklarollu í eini spennandi verkætlan, sum gongur yvir arbeiðseindir og hevur samband við heimini og almennu tænasturnar? So er tað møguliga tær, okur leita eftir!

Vágs Kommuna søkir nú eftir einum netsamskipara til eitt 3 ára verkætlanarstarv í samband við, at Barnaverkætlanin byrjar í Vági. Talan eru um fulltíðarstarv við møguleika til niðursetta tíð og starvið verður sett skjótast gjørligt.

Okur bjóða eitt spennandi og sjálvstøðugt starv í einum fakligum og mennandi arbeiðsumhvørvi, við góðum møguleikum fyri persnónligari menning. Tú verður eisini partur av einum toymi við umboðum frá dagstovnaøkinum og barna- og ungdómsøkinum, Vágs skúla og trivnaðarleiðaranum, ið stýra barnaverkætlanini í Vági. Netsamskiparin vísir til trivnaðarleiðaran.

Um Barnaverkætlanina

Barnaverkætlanin hevur í stóran mun brúkt tann íslendska menningarmyndilin sum fyrimynd, og hevur tætt samstarv við Ísland um teirra menningartilgongd og royndir, tey hava gjørt sær. Hetta eru royndir, ið okur í Føroyum við fyrimuni kunnu læra av áðrenn, vit byrja at royndaríverkseta ymsu tiltøkini innan barna- og ungdómsøkið.

Persónsvangi

Okur leita eftir einum persóni, ið kann virka sum sambandi millum kommunalueindirnar, almennu tænasturnar og heimini. Tú skalt koma við tilmælum til fyribyrgjandi arbeiði og menning av tænastum, sum gagna børn og ung. Tú skalt hava innlit í almannaøkið, ið eru viðkomandi fyri starvið. Okur vænta, at tú:

  • hevur viðkomandi miðal langa útbúgving, t.d. námfrøðingur, lærari ella sosial ráðgevi,
  • hevur royndir innan almannaøki og málsviðgerð, umframt kunnleika til fyrisiting,
  • hevur áræði og førleikar til at taka ábyrgd, skipa og laga starvið til, so hvørt Barnaverkætlanin mennist.

Starvsinnihald

Netsamskiparastarvið fevnir um nógvar uppgávur. Tær týdningarmestu eru:

  • at vera bindiliðið millum kommunalueindirnar, heimini og almennar tænastir og veitingar,
  • at samstarva um og menna ítøkilig trivnaðarátøk fyri børnum og ungum, ið hava avbjóðingar, so sum happing, óróð og angist,
  • at samstarva um og menna ítøkilig átøk saman við foreldrum sum betra um trivnaðin og menningina hjá barninum, so sum ráðgeving og vegleiðing, fyribyrging og stuðul, gera avtalur og netverksfundir og hava uppfylgjandi arbeiði,
  • at vegleiða til starvsfólk í dagstovnum, barna og ungdómsøkinum og skúlanum innan, eitt nú: hvørji ítøkilig átøk kunnu gerast og hvussu ein ber seg at í truplum støðum,
  • at síggja, hvørjar uppgávur kunnu leggast afturat netsamskiparastarvinum, so hvørt Barnaverkætlanin tekur skap.

Setanar- og lønartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarandi fakfelag.
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv á 3 ár, men starvið kann longjast, alt eftir hvussu, Barnaverkætlanin eydnast. Umsøkjarar verða mettir út frá bæði fakligum og persónligum førleikum. Netsamskiparin hevur tilvísing til trivnaðarleiðaran og starvsstaðurin er Vágs Kommuna.

Umsókn og spurningar

Fyrispurningar kunnu stílast til Magnus Paula West, trivnaðarleiðari, á telefon 239392 ella teldupost magnus@vagur.fo.

Umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast inn her. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vágs Kommuna skilar sær rættin til ongan umsøkjara at velja og um mett neyðugt at lýsa av nýggjum.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vágs Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn, umsøkjari verður settur í starv.

Lýsing er stovnað12. December 2024
Umsóknarfreist5. January 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
30 Vágsvegur, Vágur 900, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Fleiri størv (1)