Sóljuhjarta
Sóljuhjarta
Sóljuhjarta

Námsfrøðingar og hjálparfólk

Størvini eru til vøggustovu, (eina nýggja stovu), barnagarðsstovur og til náttúrbarnagarð í Æðuvík, til setan fyrst i komandi árið.

Vit søkja eisini avloysarar, sum vit kunnu senda boð eftir, eftir tørvi.

Um okkum:
Í Sóljuhjartanum eru 4 barnagarðstovur, 3 vøggustovur og náttúrbarnagarður í Æðuvík.
Í Sóljuhjartanum starvast 40 fakligt dugnalig og íðin starvsfólk.

Vit kunnu bjóða:
• Spennadi og fjøllbroytt størv, har námsfrøðin, barnabólkurin og einstaka barnið er í miðdeplinum.
• Eitt starv, har tú setur dám á gerandisdegin.

Vit vænta, at tú:
• hevur ein savnandi hugburð
• ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
• leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
• ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
• ert týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarv hevur umsorgan fyri børnunum
• er íðin, nærlagdur og álítandi
• hevur gott yvirlit og megnar væl at skipa dagin
• er nýhugsandi, ígongdsetandi og megnar broytingar um so skuldi verið
• sær møguleikar í náttúruni og dugir at gera brúk av teimum í arbeiðinum

Setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskiftið eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag.

Umsókn:
Umsókn við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinastfríggjadagin 29 novembur 2024.

Nærri fæst at vita um størvini, við at tosa við til Káru Løkin, leiðara tlf. 297171, umsóknin skal sendast umvegis Alfred ella til soljuhjarta@runavik.fo

Lýsing er stovnað19. November 2024
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
31 Niðari Vegur, Søldarfjørður 660, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki