Starvsfólk til verkstaðið og brennievnistænastuna
Vit søkja eftir starvsfólki til fast starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum, at byrja skjótast gjørligt.
Talan er um eitt fjølbroytt starv, har tú sum útgangsstøði kemur at arbeiða á verkstaðnum og innan brennievnistænastuna til flogfør og tyrlur, men eisini við ymsum øðrum uppgávum sum hoyra til starvsøkið.
Tú verður partur av fasta toyminum, sum hoyrir til verkstaðið hjá Vága Floghavn.
Arbeiðsuppgávurnar fevna um m.a.:
- alt slag av verkstaðsarbeiði uppá akfør, maskinur, útgerð, bygningar o.a.
- alt slag av arbeiði í sambandi við brennievnistænastuna, sum avtalað er millum Vága Floghavn og veitaran
- røkt- og viðlíkahald av ymsum slag, innan eitt nú maskinur, bygningar, tøkniligar innleggingar, útgerð og annað
- luttøka í kavaruddingar- og lendisrøktararbeiðið, røkt av flogvallargirðingum og øðrum fyrifallandi arbeiði
- luttøka í handlingsuppgávum, t.e. avgreiðsla av flogførum
- samstarv við onnur starvsfólk um uppgávur
- luttøka í góðsku- og flogtrygdararbeiðsbólkum og øðrum samstarvsbólkum
Arbeiðstíðir:
Talan er um fast starv, har arbeitt verður eftir eini vaktarskipan, sum eisini fevnir um tilkallivaktir. Vanliga arbeiðstíðin í løtuni er í 7½ dag samanhangandi frá mánadag kl. 12 og til mánadagin vikuna eftir kl. 16, og síðani frí í 6½ dag, soleiðis at meðal arbeiðstíðin er 39 tímar vikuliga.
Vaktir eru sostatt eisini í vikuskiftinum tær vikurnar starvsfólkið hevur vakt.
Arbeiðstíðin, tá starvsfólkið hevur vakt, er vanliga frá kl. 7 til kl. 16. Tó kann onkuntíð gerast neyðugt at arbeiða uttanfyri hesar tíðir.
Vit vænta, at tú hevur útbúgving sum maskinsmiður, bilmekanikari ella líknandi, og at tú hevur ávísar starvsroyndir innan hesi økir.
Vit vænta, at tú hevur koyrikort til lastbil, og tað er ein fyrimunur, um tú eisini hevur koyrikoyrt til trailara.
Vit vænta, at tú ert fleksibul og kanst tillaga teg skiftandi arbeiðstíðir og uppgávur.
Tað er ein fyrimunur at hava góðan málsligan førleika á føroyskum, donskum og enskum, eins og teldukunnleika á brúkarastigi.
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið um mánaðarlønt starvsfólk. Starvið verður sett við 3 mánaðar royndartíð.
Ein treyt fyri at arbeiða hjá Vága Floghavn er, at tú hevur reina revsiváttan, og fært neyðugar trygdargóðkenningar til at arbeiða á flogvallarøkinum.
Vit tilskila okkum rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar.
Tú kemur at starvast saman við tveimum øðrum starvsfólkum á verkstaðnum við somu uppgávum, men kemur eisini at hava tætt samstarv við onnur starvsfólk – eitt nú húsavørðar, tøknilig starvsfólk, sløkkiliðsstarvsfólk v.m. um ymsar uppgávur.
Tú gerst partur av góða starvsfólkahópinum hjá Vága Floghavn, og vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, fasta løn, umframt ymsar starvsfólkaágóðar, m.a. matarskipan og heilsutrygging.