Starvsfólk til reingerð
Vit søkja eftir tveimum starvsfólkum til føst størv innan reingerð, at byrja skjótast til ber.
Tú verður partur av góða toyminum, sum tekur sær av reingerð av flestu bygningunum á flogvølinum. Arbeitt verður eftir eini vaskiætlan.
Arbeiðsuppgávurnar fevna reingerð og annað í hesum sambandi. Starvsfólk kunnu eisini fáa álagdar aðrar uppgávur.
Arbeiðstíðir:
Arbeitt verður eftir vaktarskipan. Arbeiðstíðin er allar dagar í viku og dagurin er í stóran mun lagdur til rættis eftir flogferðsluni. Tá arbeitt verðue í vikuskiftum, fella frídagar á gerandisdagar í staðin.
Arbeiðstíðin er í miðal 40 tímar um vikuna.
Vit vænta, at tú ert ábyrgdarfull/ur, fleksibul og kanst tillaga teg skiftandi arbeiðstíðir og uppgávur.
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag um mánaðarlønt starvsfólk.
Starvið verður sett við 3 mánaðar royndartíð.
Ein treyt fyri at arbeiða hjá Vága Floghavn er, at tú hevur reina revsiváttan, og fært neyðugar trygdargóðkenningar til at arbeiða á flogvallarøkinum.
Vit tilskila okkum rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar.
Tú gerst partur av góða starvsfólkahópinum hjá Vága Floghavn, og vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, fasta løn, umframt ymsar starvsfólkaágóðar, m.a. matarskipan og heilsutrygging.