Vága Floghavn FAE
Vága Floghavn FAE
Vága Floghavn FAE

Security-starvsfólk

Vit søkja eftir tveimum starvsfólkum til trygdareftirlitið (security) hjá Vága Floghavn.

Trygdareftirlitið/security:

Sum altjóða flogvøllur skulu vit lúka øll myndugleikakrøv til trygd, og við øktu krøvunum er trygdareftirlitið ein stórur og umráðandi partur av flogvallarrakstrinum í dag. Myndugleikarnir hava fokus á, at eftirlitið hevur ein høga góðsku og professionalismu.

Í trygdareftirlitinum á Vága Floghavn eru uml. 30 starvsfólk.


Arbeiðstíðir:

Arbeitt verður eftir eini vaktarskipan, herundir vikuskiftisvaktir umleið triðja hvørt vikuskifti. Arbeiðstíðir eru lagaðar eftir flúgvingini, serliga í sambandi við summarflúgving og høgtíðir. Vanliga arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 6 og 16, men kann eisini vera millum kl. 15 og til flogvøllurin steingir á kvøldi. Frídagar eru bæði vanligar gerandisdagar og í vikuskiftum.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Tú fært ein fjølbroyttan gerandisdag har arbeiðsuppgávurnar m.a. fevna um:

  •  Trygdarkanning av ferðafólki, starvsfólkum, viðføri, akførum, farmi v.m.
  • Yvirveking og patruljering
  • Atgongdareftirlit
  • Móttøka og avgreiðsla á Havnarskrivstovuni

Serlig útbúgving krevst til at arbeiða í trygdareftirlitinum. Vága Floghavn fyriskipar og rindar fyri útbúgvingina. Talan er um stigvísa upplæring, ið umfatar ástøði og praktikska venjing. Eftir fyrstu loyvisgóðkenning (certificering) verður lagt afturat við fleiri serøkjum.

 

Krøv til útbúgving og førleikar

Vit vænta, at tú trívist við føstum og skipaðum arbeiðsgongdum, og at tú annars ert:

  • nærløgd/nærlagdur við eyga fyri smálutum og frávikum
  • rólig/-ur, eisini tá tað skal ganga skjótt, og setir altíð trygdina í fremstu røð
  • tænastuhugað/ur og hevur lætt við at samstarva og arbeið í toymi
  • fleksibul og dámar at arbeiða við skiftandi uppgávum eftir tørvi
  • klárar teg á donskum og enskum
  • KT-førleikar á brúkarastøði

 

Setanartreytir:

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevara­felag um mánaðarlønt starvsfólk.

Tann setti skal tola, at tað verða gjørdar tillagingar og broytingar í starvsinnihaldinum.

Ein treyt fyri at arbeiða innan trygdareftirlitið er, at tú hevur reina revsiváttan og eftir starvsbyrjan fær trygdargóðkenning frá myndugleikunum.

Ein treyt er eisini, at tú ikki ert litblind/-ur.

Starvið verður sett við royndartíð á 3 mánaðir frá tí at kravda grundútbúgvingin innan trygdar­eftirlits-arbeiðið er lokin.

Vága Floghavn tilskilar sær rætt til at velja frítt millum umsøkjararnar.

Ágóðar við starvinum

Tú gerst partur av góða starvsfólkahópinum hjá Vága Floghavn, og vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, fasta løn, umframt ymsar starvsfólkaágóðar, m.a. matarskipan og heilsutrygging.

Lýsing er stovnað18. December 2024
Umsóknarfreist3. January 2025
Málslig krøv
EnsktEnskt
Kravt
Miðal førleiki
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
DansktDanskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Vága Floghavn, Sørvágur 380, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki