Roðin
Roðin
Roðin

Starvsfólk til dagtilboð

Starvsfólk til Dagtilboðið á Skála/Demenstænastuna í Roðanum

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tey, ið eru rakt av demens og familjum teirra, so hevur tú møguleikan at gerast eitt av okkara starvsfólkum.

Talan er um 0,7 starvsbrøk svarandi til 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er frá kl 8.30-15.30 gerandisdagar mánadag til og við hósdag.

Søkt verður eftir starvsfólki at byrja 1. september ella eftir nærri avtalu.

Dagtilboðið er ein partur av Demenstænastuni hjá Roðanum og heldur til á Miðstøðini fyri Demenstænastuni, sum er á Skála. Í løtuni eru 16 borgarar knýttir at dagtilboðnum. Umframt dagtilboð umfatar virksemi á Miðstøðini eisini avvarðandibólkar, avvarðandisamrøður, undirvísing, næmingar og lesandi, samstarv við landsdemenssamskipara v.m.

Endamálið við tilboðnum er, at stuðla heimabúgvandi, ið hava demens, til ein virðiligan, aktivan og innihaldsríkan gerandisdag, í góðum felagsskapi, so hesi kunnu búgva heima longst møguligt. Vit nýta ástøði hjá Tom Kitwood, ið snýr seg um, at persónurin við demens, er í miðdeplinum (persóncentrerað røkt og umsorgan). Fyri at varðveita førleikarnar hjá borgarunum sum longst, hevur tað týdning at tey eru virkin í dagligdegnum. Tí leggja vit dent á dagliga rørslu/venjing og ymiskar aktivitetir, ið stimbra heilavirksemi.

Roðin arbeiðir fyri, at gera Nes-, Sjóvar og Runavíkar kommunur demensvinarligar. Tænastan byggir á, at demensraktir borgarar, og teirra familjur, fáa eina dygdargóða og demensvinarliga røkt og umsorgan. – Fyri at røkka hesum málið, nýta vit m.a. kontaktpersónskipanina.

Tú kemur at verða kontaktpersónur hjá fleiri borgarum við demenssjúku, ið eru knýtt at dagtilboðnum - umframt teirra familjum. Tí inniheldur arbeiði nógv samskifti og relatiónsarbeiði. Harumframt heimavitjanir, avvarðandisamrøður, lívssøgur (saman við familjunum), røktarfrágreiðingar v.m

Umráðandi er, at tú ert opin, rúmlig/ur, tolin, og dugur at seta teg inn í tørvin hjá menniskjum við demens og teirra familjum. Vit hava eina holistiska menniskjaáskoðan, ið tekur støði í heila menniskjanum.

Løn-og setanartreytir
Setanarstaðið er Roðin økistænastan. Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmálar og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning, CV og møguligum viðmæli skal sendast við teldupost til rodin@rodin.fo

Krøv til útbúgving og førleikar
  • Útbúgving og góðkenning, sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Útbúgving og góðkenning, sum heilsurøktari
  • Áhuga og hegni at vera um menniskju, ið eru rakt av demenssjúku
  • Áhuga og hegni at arbeiða sum kontaktpersónur
  • Vera rúmlig/ur, tolin, blíð/ur, positiv/ur, kreativ/ur, og tola at tingini ikki altíð ganga sum ætlað
  • Hava gott eyga fyri førleikum hjá hvørjum einkultum borgara og duga at brúka hesar í arbeiðinum Megnar at samskifta á ein virðiligan hátt, bæði við tann demensrakta, avvarðandi og starvsfelagar
  • Ert ábyrgdarfull/ur, arbeiðssom/samur og nærløgd/lagdur, bæði tá ið talan er um praktiskar uppgávur, ið skulu loysast, umframt at seta tíð av til skjalfestan og annað skrivligt arbeiði
  • Áhuga og evni til tvørfakligt samstarv
  • Sjálvstøðug/ur, t.v.s. megnar at tilrættaleggja arbeiðsdagin saman við starvsfeløgum, í samband við heimavitjanir o.a.
  • Hegni/royndir at ráðgeva starvsfólki, avvarðandi og øðrum í mun til demens KT-førleika á brúkarastøði • Útbúgving, sum demenssamskipari, kann vera ein fyrimunur
Ágóðar við starvinum
  • Fakligar avbjóðingar í samstarvi við dugnaligar starvsfelagar
  • Saman við starvsfeløgum og leiðslu, at vera við til, at seta dám á, og menna demenstænastuna hjá Roðanum
  • Góðar og mennandi arbeiðsumstøður
Lýsing er stovnað26. July 2024
Umsóknarfreist11. August 2024
Stað
Runavík, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki