Roðin
Roðin
Roðin

Kom og ver ein partur av okkara terapieind

Hevur tú áhuga í at arbeiða við eldri fólki og at gera ein mun í teirra ellisárum? So er tað kanska teg vit mangla í Terapieindini í Roðanum.

Terapieindin virkar fyri at borgarar í Runavíkar,- Nes – og Sjóvar kommunu kunnu liva og luttaka í samfelagnum og at tey kunnu búgva heima sum longst. Roðin stuðlar undir, at borgararnir varðveita, menna og endurvinna sín virkisførleika, soleiðis at tey eru so virkin og sjálvbjargin sum gjørligt og samstundis varðveita sína heilsustøðu. Roðin vil vera partur í at fyribyrgja afturgongd í førleikastøðuni hjá aldrandi borgaranum.

Arbeiðið hjá ergoterapeutunum í Roðanum er heima hjá borgaranum, í venjingarhølum, á teimum trimum heimunum í Roðanum: Sjóvarlon, Vesturskin og Eysturoyar røktar- og ellisheimi og í ítróttarhallum.

SØKT VERÐUR EFTIR:

  • 1 ergoterapeuti í starvsbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna.

Terapieindin er í løtuni mannað av 2 fysioterapeutum, 2 ergoterapeutum, 2 heilsurøktarum og einum deildarleiðara, ið er fysioterapeutur. Tænasturnar umfata fysio- og ergoterapi og dagtilhald.
Setanin er 1. oktober 2024 ella eftir nærri avtalu.

FØRLEIKAKRØV OG VÆNTANIR:

  • Prógv og góðkenning sum ergoterapeutur.
  • Áhuga í at arbeiða innan eldraøkið.
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni, skrivliga og munnliga.
  • Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi.
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Virkisfýsni og áhuga í at menna tænastuna.
  • Tolir broytingar í arbeiðsuppgávum.

TÚ KEMUR AT VIRKA Í EINUM TOYMIÐ, IÐ HEVUR ÁBYRGD FYRI:

  • At kanna, greina og meta um virkisførleikar og í tí sambandi at seta átøk í verk til eldriborgarar.
  • At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar.
  • At veita heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar.
  • Undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi.
  • At meta um og søkja um hjálpartól.


VIT KUNNU BJÓÐA:

  • Eitt jaligt, framtakshuga og spennandi arbeiðspláss, sum í einum tvørfakligum samstarvi leggur dent á at stuðla eldri borgarum í at megna sín gerandisdag.
  • Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og vera partur av framhaldandi menning av tilboðum og tænastum.

LØNAR- OG SETANARTREYTIR:
Verða sambært sáttmálan millum Ergoterapeutfelagið og KAF/Fíggjarmálaráðið.

UMSÓKN:
Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda við telduposti til rodin@rodin.fo ella her á Alfred.
Umsóknarfreistin er mánadagin 16.09.24 kl 12.00.

Samrøður kunnu væntast at verða í viku 38-39 ella eftir nærri avtalu.

Nærri fast at vita um starvið við at venda sær til Katrin Petersen, deildarleiðara, á tlf. 793361 ella viðtelduposti til katrinp@rodin.fo.

Lýsing er stovnað3. September 2024
Umsóknarfreist16. September 2024
Stað
1 Friðartún, Runavík 620, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki