Vesturvón
Vesturvón
Vesturvón

Heilsurøktara og heilsuhjálpara

Søkt verður eftir heilsurøktara og heilsuhjálpara til Uppistovu á Heiminum á Sýnini

Vit eru ein dugnaligur samansettur starvsfólkahópur við ymiskum fakbólkum, sum hvønn dag veita tænastu til húsfólk okkara á Ellisheiminum.

Vit eru ein partur av Vesturvón, sum veita ymiskar tænastur til umleið 150 borgarar. Talan er tá um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og annað.

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.

Hvør starvsbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.

Søkt verður eftir:

  • 1 heilsurøktara til farloyvisstarv á starvsbrøk 1,0 á Uppistovu í tíðarskeiðnum 1. septembur 2024 – 28. februar 2025. Møguleiki er eisini fyri lægri starvsbrøk.
  • 2 heilsuhjálparum til fast starv á starvsbrøk 1,0 á Uppistovu at byrja 1. septembur 2024 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er eisini fyri lægri starvsbrøk.

Førleikakrøv:

Prógv og autorisatión sum heilsurøktari

Prógv sum heilsuhjálpari

Vit vænta at tú:

  • Hevur áhuga í at arbeiða innan eldrarøkt samsvarandi okkara málum
  • Hevur evnini at vera málrættað/ur og skipað/ur í tíni tilgongd til arbeiðið
  • Kann, dugur og tímur at arbeiða í tvørfakligum umhvørvi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd
  • Hevur evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
  • Ert empatisk/ur í tínum samstarvi við borgaran og avvarðandi
  • Megnar at handfara og tillaga teg broytingar og at finna loysnir í broytingartíðum

Vit bjóða:

Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum

Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag

Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur

Góða innleiðslu

Meiri fæst at vita:

Nærri fæst at vita um størvini, við at venda sær til Jóngerð M. Nielsen, stjóri á tlf. 665710 ella á teldupost: jongerd@vesturvon.fo

Setanarviðurskifti:

Starvið er í skiftandi vaktum. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Heilsurøktarafelag Føroya/Heilsuhjálparafelag Føroya og KAF.

Um ikki skikkaðir umsøkjarar eru, tilskilar Vesturvón sær rættin at seta hjálparfólk.

Umsóknir:

Umsókn við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: vesturvon@vesturvon.fo viðmerkt “Røktarstarvsfólk Uppistova” ella tú kann søkja beinleiðis á Alfred

Tá rætti umsøkjari er funnin, verður starvslýsingin tikin av heimaíðuni

Lýsing er stovnað13. August 2024
Umsóknarfreist24. September 2024
Stað
Miðvágur
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki