
Starvsfólk til Barnalonina
Dagrøktin í Runavík søkir eftir starvsfólkið til til Barnalonina at byrja 11. august ella eftir avtalu.
Í dagrøktini eru 40 børn í aldrinum 0 - 3 ár. Dagrøktin er væl skipað við spælistovu og økisnámsfrøðingi
Vit bjóða:
· Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv
· Hollan námsfrøðiligan stuðul frá leiðslu og økisnámsfrøðingi
· Skipað tilknýti til spælistovuna
Vit vænta at tú kanst:
· kunna arbeiða sjálvstøðugt
· hava hug og áræði at skapa ein tryggan og mennandi gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
Lønarviðurskifti
Dagrøktarar eru løntir eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og ganga stigini 1 - 9. Ein triðingur av lønini verður roknaður sum útreiðslur í sambandi við dagrøktina og er tí skattafríur.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjørg Rasmussen á tlf. 228594 í seinasta lagið 1. august
Umsóknarfreistin er 1. august og skal sendast til dagrokt@runavik.fo






