Barnagarðurin á Mýrunum
Barnagarðurin á Mýrunum
Barnagarðurin á Mýrunum

Hug at brúka ein part av gerandisdegnum úti í náttúruni saman við børnum?

Eitt námsfrøðistarv er tøkt at søkja til eftir summarferiuna 2025. Starvið er á 30-40 tíma viku.

Barnagarðurin á Mýrunum liggur í náttúruperluni við Toftavatn, sum er okkara spælipláss í gerandisdegnum. Eisini hava vit stutta frástøðu til Bylgjuna, Bókasavnið og Ellisheimið, sum eru nøkur av støðunum við regluliga vitja. Stovnurin er normeraður til 104 børn í aldrinum 0-6 ár, deild út á tvær vøggustovur og 4 barnagarðsstovur.

Førleikar

  • Vit sóknast eftir starvsfólki, ið hevur útbúgving innan námsfrøði. Fólk við aðrari viðkomandi útbúgving enn námsfrøði og námsfrøðilesandi, ið verða liðug við lesnað skjótt, eru vælkomin at søkja størvini. Hevur tú ætlanir um at lesa víðari til námsfrøðing, er hetta ein gyltur møguleiki at nema sær royndir áðrenn skúlabyrjan.

  • Hevur áhuga fyri relatiónsarbeiði

  • Er opin fyri bæði refleksión og sjálvrefleksión í gerandisdegnum.

  • Í tøttum samstarvi við bæði starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka barnið.

  • Dámar væl at nýta náttúruna, sum eitt menningaramboð.

  • Tolir broytingar, ið kunnu koma fyri á stovninum.

Vit bjóða

  • Eitt arbeiðsumhvørvi, har tú kann seta tín dám á gerandisdagin.

  • Eitt spennandi og mennandi starv við nógvum avbjóðingum.

  • Ein stovn, ið málrættaður arbeiðir eftir teimum 6 grundarsteinunum, TÍTT, DPU og menningarætlan.

  • Ein gerandisdag við hugleiðingum um barnsins menning í tøttum samstarvi við hinar stovurnar. Mánaðarligir fakfundir til námsfrøðiligt kjak.

Barnaváttan verður kravd við setan

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Pedagogfelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Námsfrøðiligir atstøðingar á stig 9-14 og námsfrøðingar á stig 11-24. Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Oslu Olsen, leiðara á tlf. 237880.  

Freistin til at søkja starv er sunnudagin 10. august 2025. Samrøður verða vikuna eftir hetta.

Lýsing er stovnað8. July 2025
Umsóknarfreist10. August 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Mýravegur 30
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki