Sóljuhjarta
Sóljuhjarta
Sóljuhjarta

Kom og verð við at mynda barnalívið í Runavíkar kommunu! :-)

Námsfrøðingar og hjálparfólk til Sóljuhjarta! Eitt stað, har børn og námsfrøðin vaksa og trívast. 🌱

Dámar tær at arbeiða við børnum í einum mennandi og fakliga sterkum umhvørvi? So er hetta tín møguleiki!

Vit í Sóljuhjartanum leita eftir hjartaligum og eldhugaðum starvsfólkum til bæði vøggustovur, barnagarðsstovur!

Størvini eru til setan so skjótt sum gjørligt, ella eftir avtalu!

Vit sóknast eisini eftir avloysarum, sum kunnu boðsendast eftir tørvi.

Um Sóljuhjarta

Vit eru ein stovnur við 4 vøggustovum, 4 barnagarðsstovum og einum náttúrbarnagarði í Æðuvík.
Í dag eru vit 40 dugnalig og íðin starvsfólk, ið saman skapa eitt stað, har námsfrøði, trivnaður og spæligleði eru í miðdeplinum.

Vit bjóða tær:

  • Eitt fakligt og mennandi arbeiðspláss við fjølbroyttum og spennandi uppgávum
  • Møguleikan at seta tín dám á gerandisdagin hjá børnunum
  • Eitt arbeiðspláss, har barnið, bólkurin og námsfrøðin eru í miðdeplinum

Vit vænta, at tú:

  • Hevur savnandi og umsorganarfullan hugburð
  • Ert opin, erlig/ur, fyrikomandi og álítandi
  • Leggur dent á ein innihaldsríkan og tryggan gerandisdag hjá hvørjum einstøkum barni
  • Hevur gott yvirlit og dugir at skipa ein dynamiskan dag
  • Ert nýhugsandi og ígongdsetandi, og megnar broytingar
  • Sært møguleikar í náttúruni og dugir at brúka hana sum part av námsfrøðini
  • Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni

Setanarviðurskifti:

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag.

Soleiðis søkir tú:

Send umsókn, prógv, lívsrensl og viðkomandi skjøl umvegis Alfred ella til:
📩 soljuhjarta@runavik.fo

Spurningar?

Ring til Káru Løkin, leiðara, á 📞 297171, um tú vilt vita meira.

Lýsing er stovnað8. July 2025
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
31 Niðari Vegur, Søldarfjørður 660, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki