Frítíðarskúlin við Stórá
Frítíðarskúlin við Stórá
Frítíðarskúlin við Stórá

Starvsfólk til Frítíðarskúlan við Stórá

Søkt verður eftir 2 starvsfólkum, námsfrøðingum ella hjálparfólkið, til Frítíðarskúlan við Stórá, í Runavíkar Kommunu, at byrja 1. septembur 2025, ella skjótast gjørligt.

Kjarnuuppgávan hjá Frítíðarskúlanum við Stórá, er at bjóða øllum børnunum eitt trygt, mennandi, stuttligt og læruríkt umhvørvi, saman við vegleiðandi vaksnum. Frítíðarskúlin liggur í Rituvík og á Glyvrum, og er stovnur undir Runavíkar kommunu. Á stovninum koma at ganga uml. 140 frítíðarskúlabørn.

  • Størvini eru 25 tímar um vikuna, har arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 09.30 - 17.00, og tá skúlin hevur frí, ímillum kl 7.30-17.00
  • Størvini eru í Frítíðarhúsinum Elsa Súsanna á Glyvrum, har 2. flokkur gongur í Frítíðarskúla, og í Rituvík saman við 0. flokkið
  • Størvini vera sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, á lønarstigi 11-22, fyri námsfrøðingar og lønarstig 2-8, fyri hjálparfólk.

Vit ynskja at umsøkjarin:

  • Er áhugaður at arbeiða við børnum í aldrinum 5 - 9 ár
  • Er ágrýtin, initiativríkur og vísir hetta í verki
  • Er fakliga tilvitaður, og hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • Dugir at skipa fyri fjøltáttaðum, mennandi og kveikjandi upplivingum.
  • Dugir at skipa fyri spennandi og avbjóðandi tilboðum, til hendan barnabólk í einum tryggum og góðum umhvørvi.
  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar

Vit bjóða:

  • Eitt arbeiðspláss, sum ynskir at menna og arbeiða eftir dygdargóðari frítíðarnámsfrøði
  • Eitt arbeiðspláss, sum leggur stóran dent á kreativitet og fysiskir aktivitetir
  • Fyrireikingartíð, og tíð til eftirmeting.
  • Toymisarbeiði

Umsóknir, saman við avriti av prógvi, ummæli, lívslongdarsøgu (cv) o.ø. skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 31. august 2025.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Runavíkar Kommuna skyldu til, at fáa barnaváttan til vega, aðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Søk starvið her á Alfred, ella við at senda umsøkn beinleiðis til. fritansing@runavik.fo

Nærri fæst at vita um størvini, við at venda sær til Hans Andrias Olsen leiðara, á tlf. 216630

Lýsing er stovnað20. August 2025
Umsóknarfreist1. September 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Glyvravegur 4
Rituvíkarvegur, Rituvík 640, Føroyar
Runavík, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki