

Starv á kredittdeildini í Norðoya Sparikassa
Eitt spennandi starv á kredittdeildini í Norðoya Sparikassa er leyst at søkja.
Uppgávur
Uppgávurnar á kredittdeildini eru fjølbroyttar og umfata m.a. at hava eftirlit við kredittveitingini hjá sparikassanum, gera greiningar og frágreiðingar til leiðslu og myndugleikar og samskifta við aðrar deildir í sparikassanum viðvíkjandi kredittviðgerð og kredittváða. Harumframt eru aðrar uppgávur á kredittdeildini og fyrifallandi uppgávur, sum hoyra til aðrar deildir av sparikassanum.
Persónligir eginleikar
Tú ert ágrýtin, fyrikomandi og nærlagdur/-løgd. Tú megnar við tíni jaligu atferð at hava eitt konstruktivt fakligt samskifti við tínar starvsfelagar. Tøl hava tín áhuga og tú trívist í einum umhvørvi, har arbeiðið í stóran mun er stýrt av lógum og reglugerðum.
Fakligir førleikar
Royndir í peningastovni sum kundaráðgevi, kontrollari ella líknandi royndir eru ein fyrimunur. Peningastovnsútbúgving ella útbúgving innan fíggjarbúskap ella líknandi er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
Vit bjóða
Sparikassin er eitt spennandi arbeiðspláss við góðum og eldhugaðum starvsfeløgum, har vit leggja dent á trivnað og arbeiðsgleði. Vit hava eitt óformligt arbeiðsumhvørvi, har tað fakliga, handilsliga og menniskjaliga gongur hond í hond.
Løn eftir avtalu.
Um okkum
Aðalmálið hjá Norðoya Sparikassa er at gera mun í føroyska samfelagnum við at veita fíggjarligar tænastur til privat og vinnurekandi. Vit stremba eftir at styrkja møguleikan at búgva og virka í egnum nærumhvørvi. Sparikassin ynskir at skapa virði fyri kundan, starvsfólkini og samfelagið sum heild.
Norðoya Sparikassin er stovnaður í 1919 sum ein lokalur sparikassi og er í dag ein nútímans peningastovnur, sum bjóðar kappingarførar tænastur til kundar í Føroyum. Høvuðsdeild sparikassans er í Klaksvík.