Sunda kommuna
Sunda kommuna
Sunda kommuna

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS

Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir sosialráðgeva til Barnaverndartænastuna at byrja 2. desember 2024, ella skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstarv.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.

Barnaverndartænastan í VEKS, umfatar Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur.

Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum.

Viðkomandi fer í tøttum samstarvi við leiðaran og starvsfólk á deildini at taka sær av málsviðgerð av barnaverndarmálum, ið m.a. fevnir um samrøður við børn og foreldur teirra – heimavitjanir - at ráðgeva børnum og familjum teirra - at seta neyðugar fyriskipanir í verk - skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartar hjá Barnaverndartænastuni, og gera tilmæli til ávikavist Barnaverndarnevndina og Høvuðsbarnaverndarnevndina.

Tann sum settur verður skal kunna vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni, har arbeitt verður uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Barnaverndartænastan í VEKS heldur til á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka og nakað av ferðing er knýttat starvinum.

Vit ynskja, at tú hevur

  • útbúgving sum sosialráðgevi
  • góð samstarvsevni
  • royndir innan barnavernd, men tað er ikki eitt krav.
  • kt-førleika á brúkarastøði
  • evni at arbeiða sjálvstøðugt og tvørfakligt
  • gott yvirlit og megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn

Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Sambært barnaváttanarlógini skal Barnaverndartænastan móttaka barnaváttan, áðrenn persónur verður settur ístarv.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu J. Mørkøre, leiðara á Barnaverndartænastuni á tlf. nr. 667271.

Umsókn saman við prógvum og cv. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. oktober 2024, og skal sendasttil:

beinta@sunda.fo viðmerkt “umsókn Barnaverndartænastan”.

Ella til:

Sunda kommuna
Barnaverndartænastan
Oyrarbakkavegur 3
Postboks 10
400 Oyrarbakki

Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.

Lýsing er stovnað10. October 2024
Umsóknarfreist27. October 2024
Stað
3 Oyrarbakkavegur, Oyrarbakki 400, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki