Nes kommuna
Nes kommuna
Nes kommuna

Frítíðarskúlin/Samspírin í Nes kommunu søkir eftir námsfrøði

Frítíðarskúlin og Samspírin eru tilboð, ávíkavist eftir skúlatíð fyri skúlabørn, sum ganga í 1. og 2. flokki, og skúlabólkur fyri børn frá 6-7 ár. Frítíðarskúlin hevur opið eftir skúlatíð og til kl. 17.00, meðan Samspírin hevur opið frá 7.30 til 17.00.

Stovnurin er á Brekkukletti á Toftum, tætt við stadionøkið og tætt við Toftavatn, sum gevur ríkar møguleikar fyri at verða úti í náttúruni. Á stovninum eru uml. 70 børn.

Vit brenna fyri at bjóða børnunum ein gerandisdag við fjølbroyttum innihaldi, har tey á ein skapandi og mennandi hátt kunnu royna seg. Vit leggja dent á, at menna allar barnsins førleikar, harímillum teir sosialu og persónligu førleikarnar. Skúlabólkurin arbeiðir eftir ætlanini “jól til jól”.

Nes kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan/Samspíran eftir:

· Einum námsfrøðingi í fast starv frá 01. november 2024. Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna.

Hjálparfólk kann verða sett í tíðaravmarkað starv.

Vit bjóða:

· Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum

· Møguleika fyri persónligari menning

· Dentur verður lagdur á at veita barninum eitt trygt og mennandi umhvørvi

Vit ynskja at umsøkjarin:

· Dugir at seta seg inn í støðuna hjá barninum

· Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við barninum

· Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd

· Er við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið

Setanarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §4 í barnaváttanarlógini hevur Nes Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eydnu Olsen, leiðara, á tlf. 448786/565023.

Umsóknir
Umsóknir saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. oktober 2024. Umsóknirnar verða at senda til nes@nes.fo.

Lýsing er stovnað7. October 2024
Umsóknarfreist22. October 2024
Málslig krøv
FøroysktFøroysktMiðal førleiki
Stað
Frítíðarskúlin á Brekkukletti
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki