Sernám
Sernám
Sernám

Sernámsfrøðiligur ráðgevi

Sernámsfrøðiligur ráðgevi til Sernám

Talan er um eitt fast starv á fulla tíð at byrja 1. desember 2024 ella skjótast eftir tað.

Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið.

Høvuðsuppgávur í starvinum eru:

  • Veita sernámsfrøðiliga ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk í skúlum og á dagstovnum og til foreldur
  • Samstarva við starvsfólk og foreldur um sálarfrøðilig og sernámsfrøðilig átøk
  • Samskipa átøk við støði í tilmælum í samráð við starvsfólk í skúlum og á dagstovnum
  • Eygleiða og ráðgeva í mun til skipan av sernámsfrøðiligum átøkum í skúlum og á dagstovnum
  • Samstarva tvørgreinaligt innanhýsis og uttanhýsis

Arbeiðsøkið er stórt og fjølbroytt við nógvum samskifti við starvsfólk, leiðslur, avvarðandi og aðrar viðkomandi stovnar, og tí vænta vit, at umsøkjari:

  • Hevur førleika at arbeiða við sernámsfrøðiligum avbjóðingum
  • Er við í at menna sálarfrøðiliga og sernámsfrøðiliga virksemið í skúlum og á dagstovnum
  • Er við í tvørfakligum samstarvi, innanhýsis og uttanhýsis
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni
  • Dugir at skapa álit
  • Dugir at samstarva við skiftandi fakbólkar
  • Hevur áhuga fyri avbjóðingum, er fúsur at royna nýggjar leiðir og tolir broytingar
  • Dugir at orða seg í skrift og talu

Vit bjóða:

  • Áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
  • Tvørfakligt mennandi umhvørvi í tøttum samstarvi við starvsbólkarnar í Sernámi
  • Fakligt samstarv við sernámsfrøðiligu ráðgevarnar í Sernámi
  • Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi

Førleikakrøv:

Útbúgving sum lærari ella námsfrøðingur við eftirútbúgving/hægri útbúgving innan sernámsfrøði.
Royndir innan sernámsfrøðiliga økið er ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Fyrimun hava umsøkjarar við útbúgving ella royndum innan skúlaverkið.

Setanartreytir til starvið:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200 ella í teldubrævi til margreth@sernam.fo.

Umsóknarfreist:

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 27. oktober 2024 og skulu sendast til:

Sernám
Bókbindaragøta 8
FO-100 Tórshavn
ella sum teldubræv til starv@sernam.fo

Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung (0-18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning.

Tann, sum settur verður, má verða sinnaður at luttaka virkin í at menna Sernám sum stovn umframt at tola broytingar í starvinum.

Lýsing er stovnað9. October 2024
Umsóknarfreist27. October 2024
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki