Rúsdrekkasøla Landsins
Rúsdrekkasøla Landsins
Rúsdrekkasøla Landsins

Sølufólk til handil okkara í Miðlon í Tórshavn

Til handil okkara í Miðlon søkja vit eftir dugnaligum og tænastusinnaðum sølufólki, ið brennir fyri góðari tænastu, at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiði er at ráðgeva og vegleiða viðskiftafólki, umframt alt dagligt arbeiði, ið er at gera í einum handli.

Tú skal vera fylt/ur 18 ár fyri at søkja.

Vit ynskja at tú

Ert skipað/ur

Ert nærløgd/lagdur

Ert fyrikomandi, vinarlig/ur og hevur eitt jaligt sinnalag

Kann arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá handli og sølu.

Vit kunnu bjóða tær

At gerast partur av einum arbeiðsplássi í menning

Ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum

Upplæring í vørum og skipanum okkara

Arbeiðstíð- og stað

Tín arbeiðsstaður verður mest í handlinum í Tórshavn, tó nakað á deildini á Sandi.

Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Neyðugt er, at tú ert tøk/ur at arbeiða meira upp undir høgtíðir og til størri tiltøk.

Løn- og setanartreytir

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er sunnudagin 18. mai 2025.

Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kasper Skovlund, handilsleiðara í Tórshavn og á Sandi, á 290411 ella Áka Johannesen Dahl, sølu- og tænastuleiðara, á 290410.

Lýsing er stovnað29. April 2025
Umsóknarfreist18. May 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Valfrítt
Framúrskarandi
DansktDanskt
Valfrítt
Miðal førleiki
EnsktEnskt
Valfrítt
Miðal førleiki
Stað
67 Hoyvíksvegur, Tórshavn 100, Føroyar
58 Heimasandsvegur, Sandur 210, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki