

Ert tú Elrisin, vit leita eftir?
Vit leita altíð eftir dugnaligastu starvsfeløgunum, og tískil søkja vit eisini skilagóðar
lærlingar. Um tú ert eldri enn 18 ár, hevur hugin at gera títt allarbesta til arbeiðis og brennur
fyri at geva okkara kundum bestu upplivingina, bjóða vit tær at søkja starvið sum lærlingur.
Útbúgving
Í Elding hava vit smíðað saman eina breiða, viðurkenda lærlingaútbúgving, ið lýkur okkara høgu krøv til menning og læring í lærutíðini. Tú verður knýtt/ur at einum av okkara handlum í allari lærutíðini, og sum lærlingur verður tú eisini javnmettur við hinar starvsfelagarnar.
Lærutíð
Útbúgvingin tekur 2 ár, har tú skiftandi ert í skúla í Danmark* og í starvslæru í handlinum. Elrisin hevur sínar egnu flokkar á skúlanum, og tú fert tískil at møta lærlingum úr øllum Danmark. Flokkarnir byrja skúlaárið í august, og aftaná 2 ár hevur tú tilsamans verið á skúlauppihaldi í 8 vikur – 4 modul á 2 vikur hvørt. Á skúlanum fært tú ástøðiliga grundvitan, sum tú síðani hevur møguleika at royna teg í her heima.
Framtíð
Ein útbúgving sum sølufólk í Elding gevur nógvar møguleikar á komandi starvsleiðini. Vit hava stórt framsøkni tína vegna, og um tú sjálv/ur vísir ábyrgd og áhuga, so røkkur tú uttan iva langt. Tú fært tíðliga møguleika at tjóvstarta tína yrkisleið – til dømis fáa flestu av okkara lærlingum ábyrgd av teirra egna øki í handlinum undir allari lærutíðini. Vit stuðla tær, um tú droymir um ein dag at gerast deildarleiðari.
VIT LIVA AV NØGDUM KUNDUM!
Í Elding liva vit av glaðum kundum, og vænta vit tískil, at tú sum komandi starvsfelagi kanst spegla tær í okkara ábyrgdarfullu, virknu og ídnu lærlingum – so ert tú longu væl á veg til eina spennandi starvsleið í Elding. Tú fært sjálvandi nøkur hjálparamboð, sum tú kanst nýta í tínum gerandisdegi. Millum annað lærir tú, hvussu søla grundað á tørv kann nýtast til at skapa nøgdar kundar og langtíðar sambond.
Send umsókn her : https://starv.elding.fo
