Føroya Bjór
Føroya Bjór
Føroya Bjór

Sølu- og handilslærligur

Vilt tú verða við til at mynda framtíðina hjá eini spennadi føroyskari fyritøku, samstundis sum tú fart spennandi arbeiðsroyndir og tú tekur eina útbúgving?

Føroya Bjór leitar eftir ágrýtnum sølu- og handilslærlingum, sum koma at vera ein týdningarmikil partur av okkara góða toymi. Tú verður við á eini spennandi læruríkari ferð ímóti nýggjum málum.

Hvat kunnu vit bjóða

Vit kunnu bjóða eitt gott, livandi og læruríkt arbeiðspláss. Tú fært góðar starvsfelagar, eitt skipað arbeiðsumhvørvi og spennandi fjøltáttaðar arbeiðsuppgávur.

Arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar og umfata alt innan sølu- og handil umframt samskifti við viðskiftafólk.

Vit vænta av tær?

  • Tú ert jaligur, sjálvstøðugur, áhugað/-ur og dámar væl at seta teg inn í nýggjar uppgávur
  • Tú tímur at læra nýtt, dámar at arbeiða við handil- og søluuppgávum umframt at veita eina góða kundatænastu
  • Kreativ/ur og góðar KT- førleikar
  • Tú hevur hug og hegni, at seta teg inn í spennandi søluuppgávur

Soleiðis søkir tú:

Umsókn við viðkomandi skjølum skal helst sendast umvegis Alfredskipanina. Ber hetta ikki til, kann umsókn við skjølum sendast til: starv@foroyabjor.fo.

Tá rætti umsøkjarin er funnin, verður lýsingin tikin niður, so skunda tær at søkja.

Spurningar?

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tlf. 295440 ella senda ein teldupost til annika@foroyabjor.fo.

Set kós móti framtíðini – byrja tína lærutíð hjá Føroya Bjór! 🍻

Lýsing er stovnað4. April 2025
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
700, 19 Klaksviksvegur, Klaksvík 700, Føroyar
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki