Runavíkar Kommunuskúli
Runavíkar Kommunuskúli
Runavíkar Kommunuskúli

Skrivari til Runavíkar kommunuskúla

Um starvið

Skrivstovan, ið er staðsett í skúlanum við Løkin, er opin skúladagar frá klokkan 8:00. Skrivarin starvast undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran og leiðslutoymið annars. Eisini samskiftir skrivarin bæði skrivliga og munnliga við øll starvsfólk skúlans, næmingar, foreldur, kommunu og aðrar viðkomandi myndugleikar/stovnar. Vanligar skrivarauppgávur og telefonavgreiðsla eru eisini partur av starvinum.

Førleikakrøv

Vit leita eftir einum vælskipaðum, sjálvstøðugum og álítandi skrivara. Tú ert blíð/-ur og fyrikomandi í samskiftinum við næmingar og starvsfólk, og tú hevur eisini ein natúrligan myndugleika.

Tú hevur:

· skrivstovuútbúgving ella líknandi útbúgving

· royndir við journalarbeiði og kunnleika til skipanina 360

· góðar KT-førleikar

Tú dugir væl at orða teg í skrift og talu.

Royndir við KT-skipanunum Kervi.fo og Skjalahald eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til mannagongdir og skipanir í skúlaverkinum, og tað er avgerandi, at tú tekur ábyrgd og trívist í einum fjølbroyttum starvi.

Setanar- og lønarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og KAF.

Fleiri upplýsingar um starvið

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Duritu P. Joensen, skúlastjóra, á telefon 217331 ella umvegis teldupost durita.joensen@skulin.fo

Umsóknarfreist

Seinasta freist at søkja starvið er mikudagin 4. juni.

Um skúlan

Í Runavíkar kommunuskúla eru umleið 510 næmingar í 0. – 10. flokki. Undirvísingin fer fram í tveimum skúlabygningum, Glyvra skúla og skúlanum við Løkin. Í Glyvra skúla ganga næmingar í forskúla og 1. - 3. flokki og í skúlanum við Løkin næmingar í 4. - 10. flokki. Harumframt er eitt sertoymi í Glyvra skúla og skúlanum við Løkin. Í skúlanum starvast í løtuni umleið 74 starvsfólk.

Lýsing er stovnað21. May 2025
Umsóknarfreist4. June 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Rókarvegur 1
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki