Barnaverndartænastan við Skálafjørðin
Barnaverndartænastan við Skálafjørðin
Barnaverndartænastan við Skálafjørðin

Skrivari

Starvið sum skrivari hjá Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin er leyst at søkja til setan 1. oktober 2024 ella skjótast gjørligt.

Talan er um fulltíðarstarv, men við møguleika fyri at arbeiða niðursetta tíð.

Barnaverndartænastan, sum heldur til á Mýravegi 26 í Runavík, fevnir um Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunur.

Í Barnaverndartænastuni starvast 7 fólk, sum eru sosialráðgevar, sálarfrøðingur og skrivstovufólk.

Uppgávurnar hjá skrivaranum eru fjølbroyttar, og fevna, umframt um skrivarauppgávur í mun til sosialráðgevararnar, eisini um journalisering, fyrireikan av innlitsumbønum, móttøku av viðskiftafólki, telefon, skrásetan av hagtølum, umsiting av lønarviðurskiftum og annað fyrifallandi arbeiði.

Førleikakrøv

Útbúgving sum skrivstovufólk/skrivari e.l

Góðar málsligar førleikar í føroyskum

Royndir í 360 journalskipanini kann vera ein fyrimunur

Vit ímynda okkum ein skrivara sum:

Kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit

Er fyrikomandi, jaligur og tænastusinnaður

Er ábyrgdarfullur og hevur góð samstarvsevni

Setanarviðurskifti

Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Katrin Dam, leiðara, tlf. 237098.

Umsókn við prógvum og royndum skal sendast umvegis lýsingarportalin Alfred.

Umsóknarfreistin er hósdagin 8. august 2024.

Sjóvar, Nes- og Runavíkar kommuna samstarva um barnaverndartæanstuna sambært lóg um Barnavernd. Í kommununum búgva áleið 7.000 fólk.

Lýsing er stovnað25. July 2024
Umsóknarfreist8. August 2024
Stað
Runavík, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki