Býlingshúsið á Ternuryggi
Býlingshúsið á Ternuryggi
Býlingshúsið á Ternuryggi

Námsfrøðingur

Tórshavnar kommuna sóknast vegna Býlingshúsið á Ternuryggi eftir einum námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna í barnagarðsstovu við 17 børnum. Tú kemur at starvast saman við trimum starvsfólkum, harav ein er námsfrøðingur og hini hjálparfólk.

Býlingshúsið á Ternuryggi hevur eina vøggustovu og tvær barnagarðsstovur, og arbeiða tað 13 dugnalig, faklig og drúgv starvsfólka, sum hava verið fleiri ár á stovninum. Ein góður samansettur starvsfólkahópur, sum trívist, samstarvar og hevur ávirkan á námsfrøðiliga gerandisdagin. Býlingshúsið á Ternuryggi er eitt livandi stað, har menning og upplivingar hava frítt spæl. Relatiónir, nærvera og spæl eru týðandi partar av okkara arbeiði, so børn og vaksin trívast og mennast í tryggum umhvørvi.

Vit eru ein stovnur, sum samstarvar millum stovur, vit kalla okkum fyri ein opnan stovn. Har vit leggja stóran dent á, at vit vaksnu eru nærverandi og virkin saman við børnunum. Okkara ynski er at geva børnunum ein tryggan gerandisdag og at skapa góðar umstøður, har børnini kunnu mennast, granska og uppliva heimin. Við at arbeiða opið tvørtur um stovur meta vit, at børnini kunnu fáa góðar relatiónir til øll, stór sum smá.

Í okkara námsfrøðiliga arbeiði leggja vit stóran dent á, at síggja barni har tað er og leggja vit okkum eftir tørvinum hjá barninum.

Í dagligdegnum hava vit ymisk tiltøk á skrá, t.d. vitja vit ymiskar hallir tvær ferð um vikuna. Vit hava ein aktivan skúlabólk, sum hvørja viku før mennandi avbjóðingar og upplivingar. Árliga hava vit afturvendandi tiltøk, sum vit meta verða týdningarmikil fyri tað námsfrøðiliga arbeiði. Náttúran er okkara granni, vit eru nógv úti og brúka náttúruna í okkara námsfrøðiliga virksemi.


Vit vænta, at:

  • tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
  • tú ert ágrýtin og hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
  • at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd og avgerðir, samstundis sum tú megnar at varðveita yvirlitið


Vit bjóða:

  • fakligar og persónligar avbjóðingar
  • tíð til annað arbeiði
  • pedagogfundir
  • gott arbeiðsumhvørvi
  • gott samanhald
  • støðugan starvsfólkabólk við drúgvum royndum

Ljóðar hetta, sum nakað fyri teg ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn.


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Starvsbyrjan er skjótast til ber.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Upplýsingar

Hevur tú spurningar til starvið kanst tú venda tær til Randi K. Heinesen, stovnsleiðara, á telefon 21 87 30.

Lýsing er stovnað11. April 2024
Umsóknarfreist26. April 2024
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki