Frítíðarskúlin Smílibýlið
Frítíðarskúlin Smílibýlið
Frítíðarskúlin Smílibýlið

Námsfrøðingar og Hjálparfólk

Smílibýlið søkir eftir námsfrøðingi til serstovuna at arbeiða 27 tímar um vikuna.

Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í starv. Starvið verður sett 1. juni 2024 ella skjótast til ber.

Tónleikur, sjónleikur, felagsskapur, kreativitetur, verkstaður, ítrottur, útilív, talv, søgur, spæl, nærvera, fjøran, drekar, bál, gummibátar, snorkling. Hvat kundi tú hugsa tær at gjørt í tínum dagliga arbeiði?

Smílibýlið er frítíðarskúli fyri 1. og 2. flokki, og serstovuna í Eysturskúlanum, ið er fyri børn við socio-emonitionellum avvbjóðingum. Høvuðsendamálið hjá okkum, er at geva øllum børnunum møguleika til, at hava eitt innihaldsríkt, mennandi og spennandi frítíðarlív, í einum góðum og sunnum felagsskapi.


Vit vænta:

  • at tú ert nærverandi
  • at tú tekur ábyrgd
  • at tú ert jalig/-ur
  • at tú ert aktiv/-ur saman við børnunum
  • at tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
  • at tú megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar

Hevur tú hug til eitt arbeiði, har tú hevur góðan møguleika fyri at hava ávirkan á tín dagligdag, og tíð til at fyrireika teg?

Vit koma at mangla tvey, møguliga 3 fólk. So hevur tú áhuga at arbeiða í einum 1.- ella 2. flokki? Ella í einari serstovu? So er at søkja.

Serstovan heldur til í Smílibýlinum, saman við 2. flokki, og komandi 1. flokkur kemur at halda til í Garðalon í Eysturskúlanum, sum vit hava eitt gott samstarv við.


Setanarviðurskifti

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Lýsing er stovnað1. May 2024
Umsóknarfreist20. May 2024
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki