Eldrasambýlið oman Hoydalar
Eldrasambýlið oman Hoydalar
Eldrasambýlið oman Hoydalar

Heilsuhjálpari

Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til eldrasambýlið oman Hoydalar, ið er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir við 203 búplássum umframt 11 umlættingarplássum og fimm plássum til samdøgursendurvenjing.


Eldrasambýlið oman Hoydalar

Á eldrasambýlinum húsast 9 fólk. Uppgávurnar eru umframt røkt og umsorgan eisini tað, sum hoyrir til eitt vanligt húsarhald til dømis matgerð, klædnavask og at bíleggja allar vørur.


Søkt verður eftir:

  • einum heilsurøktara á starvsbrøki 0,9. Arbeitt verður arbeitt dag- og kvøldvaktir, og 2. hvørt vikuskiftið.


Førleikakrøv

  • Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
  • Áhuga og royndir at arbeiða við eldri fólki
  • Evnið at arbeiða sjálvstøðugt
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • Hug og hegni at samstarva tvørfakliga og skapa eitt lærandi arbeiðspláss


Vit bjóða tær:

  • Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • Eina góða innleiðslu
  • Eitt gott arbeiðspláss, fakligt umhvørvið og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Møguleika at seta tín dám á fakligu menningina á sambýlinum.


Setanarviðurskifti

Størvini vera lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Margit M. Baadsager, virkandi deildarleiðara, telefon 22 60 48 ella á teldupost margitb@torshavn.fo

Lýsing er stovnað8. April 2024
Umsóknarfreist19. May 2024
Stað
Oman Hoydalar, Hoyvík 188, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki