Bakkafrost
Bakkafrost
Bakkafrost

Dekkarar til Stígabrúgv

Dekkarar til Stígabrúgv

Vit søkja eftir tveimum dekkarum til Stígabrúgv, sum júst er umbygd til nótavask. Báturin er útgjørdur við tveimum ROV-nótavaskarum, sum manningin skiftist um at koyra frá tveimum stýrisstólum á brúnni. Upplæring at koyra ROV-ararnar verður givin umborð.

Tín vangamynd

Vit ímynda okkum, at tú hevur góð samstarvsevni og ert ábyrgdarfull/ur, arbeiðssamur/som og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Arbeiðið krevur tolni og áhuga fyri at læra nýtt, serliga arbeiðið við ROV-nótavaskarum.

Førleikar

· Heilsubók

· Trygdarskeið

Løn og setanartreytir

Arbeitt verður í tørnskipan 1:1; 2 vikur úti og 2 vikur heima. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi felags sáttmála millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Sjómannadeild FF’s.

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Jonni D. Hansen, manningarleiðara, á tlf. 235616 ella við telduposti til jodh@bakkafrost.com.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Lýsing er stovnað10. august 2026
Umsóknarfreist24. august 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
9 Bakkavegur, Glyvrar 625, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki