Bakkafrost
Bakkafrost
Bakkafrost

Lúsatálmari

Hevur tú áhuga fyri nýggjari tøkni og fiskaheilsu? So hevur tú nú møguleikan at gerast partur av okkara nýggja lasaratoymi.

Í løtuni íverkseta vit eina háteknologiska lasaraskipan, sum skannar og skjýtur lús á laksinum.

Vit leita eftir ábyrgdarfullum og fleksiblum starvsfólkum, sum skulu hava ábyrgd av at stýra skipanini. Starvið er nýtt, og toymið verður við til at menna arbeiðsgongdir og má tola broytingar í arbeiðstíðum alt eftir árstíð.

Um starvið

Sum lúsatálmari fert tú at hava ein týðandi leiklut í at tryggja góða nýtslu av tøknini, sum stuðlar fiskaheilsu og djóravælferð í framleiðsluni. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at:

  • Stýra lasaraskipanini
  • Skráseta viðkomandi data
  • Viðlíkahalda tekniska útgerð og gera einfaldar feilrættingar
  • Samskifta við alileiðslutoymið, alarar umframt veitarar av skipanini

Starvsstaðurin er í Kollafirði og tú fer at sita saman við fóðrarum, sum fóðra fiskin talgilt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum í dagvakt og kvøldvakt.

Vit vænta, at tú

  • hevur áhuga fyri nýggjari tøkni og tøkniligum loysnum
  • arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
  • ert álítandi, nærløgd/nærlagdur og hevur góðar samstarvsførleikar
  • hevur góðar telduførleikar

Vit bjóða

  • Eitt spennandi og nýskapandi starv í einum altjóða alifelag
  • Góða upplæring í lasaratøkni
  • Møguleika at verða við til at menna eitt nýtt arbeiðsøki í felagnum
  • Góðar starvsfólkatryggingar

Umsókn

Hevur hetta tín áhuga, vilja vit fegin hoyra frá tær.

Vit ynskja at seta starvið sum skjótast.

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Bjarna Larsen, alistjóra, t-post bjla@bakkafrost.com ella á tel. 23 56 70 ella Oddvald Olsen, alileiðara Vestur, t-post odos@bakkafrost.com ella á tel. 23 51 49.

Lýsing er stovnað11. august 2026
Umsóknarfreist1. september 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
Kollafjørður, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki