

Vit søkja húsasmiðir til eitt sterkt timburtoymi við fjølbroyttum arbeiðsdegi
Vilt tú seta spor eftir teg kring alt landið? Vit leita eftir bæði faklærdum og ófaklærdum húsasmiðum at byrja skjótast gjørligt.
Dámar tær at arbeiða við hondunum, síggja úrslit og ikki sita fastur á sama staði dag eftir dag?
So er hetta starvið fyri teg.
Hjá ArtiCon verður tú partur av einum sterkum toymi, sum arbeiðir kring alt landið við fjølbroyttum uppgávum. Tit flyta tykkum saman frá verkætlan til verkætlan – og síggja arbeiðið taka skap beint fyri eygunum á tykkum.
Her er eingin dagur eins og her sæst tað, tú gert.
Hvat fert tú at gera?
Tú verður partur av einum timburtoymi, sum arbeiðir við fjølbroyttum uppgávum kring Føroyar:
- Fjølbroytt timburarbeiði á ymiskum byggiplássum
- Nýbygging og renovering av bygningum
- Arbeiðir tætt saman við starvsfeløgum á staðnum
- Tryggjar dygd og framdrift í hvørjari verkætlan
✔ Alt frá rábygging til liðugt arbeiði
✔ Bæði nýbygging og umvæling/renovering
✔ Uppgávur, sum krevja fakligan førleika og gott handverk
✔ Tætt samstarv við arbeiðsleiðslu og onnur fakøki
✔ Eitt arbeiði, har tú veruliga sært úrslitini av tínum arbeiði
Hevur tú ein góðan arbeiðsmakkara? Tit eru vælkomin at søkja saman!
Vit leita eftir tær, sum:
- Ert útbúgvin húsasmiður – ella hevur viðkomandi royndir
- Trívist við praktiskt arbeiði og skiftandi arbeiðsplássum
- Ert fleksibul/-ur og klár/-ur at ferðast í arbeiðinum
- Tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
- Dugir væl at samstarva og hugsa í loysnir
Hvat fært tú hjá okkum?
- Eitt arbeiði við stórari variatión – og møguleika at uppliva alt landið
- Eitt sterkt og væl samanspælt toymi, har tú kennir teg sum part av felagnum
- Góðar og skipaðar arbeiðsumstøður – eisini tá tit eru á ferð
- Nútímans útgerð og greiðar mannagongdir
- Møguleikar fyri fakligari menning og menning í starvinum
Vilt tú hava eitt arbeiði, har tú bæði sært úrslit og upplivir nakað nýtt?
So hoyra vit fegin frá tær.

