Articon
Articon
Articon

Dámar tær at síggja úrslitið av einum góðum arbeiðsdegi?

Kom á verklagstoymið hjá ArtiCon – vit hava fjølbroyttar uppgávur kring alt landið.

Hevur tú hug at arbeiða úti og síggja úrslitið av tínum arbeiði hvønn dag? Vit leita eftir arbeiðssomum og álítandi starvsfólkum til verklagsarbeiði á okkara byggi- og verklagsøkjum kring landið.

Tú verður partur av einum sterkum toymi, har trygd, dygd og trivnaður eru í hásæti. Arbeiðsdagarnir eru fjølbroyttir, og tú fær møguleika at menna teg fakliga í einum nútímans arbeiðsumhvørvi.

Arbeiðsøkini innan verklag er:

  • Seta kantsteinar
  • Leggja rør
  • Hegna og laða grótgarðar
  • Fríðkan og gróður.
  • Grótlaðing
  • Maskinførari
  • Betongarbeiði
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Tín vangamynd

  • er røkin og álítandi
  • er arbeiðsom/-samur
  • hevur góð samstarvsevnir
  • Trívist væl at arbeiða úti

Vit bjóða

  • Nútímans útgerð.
  • Tú hevur eisini møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga.
  • Eitt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað.
  • Eitt fjølbrott arbeiðspláss
  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.

Løn og setanartreytir

Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

Lýsing er stovnað26. august 2026
Umsóknarfreist7. september 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
20 Á Hjalla, Hoyvík 188, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki