Miðgarður
Miðgarður
Miðgarður

Vit søkja eftir námsfrøðingum til vøggustovu, barnagarðstovu

Í Miðgarði ganga 108 børn. Vit hava 3 vøggustovur, 3 barnagarðstovur, eina stovu til tey 6 ára gomlu og eina serstovu. Barnagarðstovurnar eru aldursuppdeildar og í vøggustovunum eru børn upp til 3 ára aldur.

Serstovan umfatar alt dagstovnaøkið í Vága kommunu. Arbeiðið á serstovuni er skipað á tann hátt, at øll børn hava eina virkisætlan, sum lýsir hvør námsfrøðilig tilgongd verður nýtt hvørji ítøkilig mál arbeitt verður við í eitt avmarkað tíðarskeið. Vit ynskja at menna okkara skipan, so hon rúmar øllum børnum, heldur enn at børnini skulu tillaga seg henni.

Vit vænta, at tú:

  • Ert útbúgvin námsfrøðingur
  • Ert nærverandi og góð/ur til at skapa relasjónir
  • Hevur eina barnaáskoðan, sum samsvarar við okkara virðisgrundarlag
  • Góð samstarvs- og samskiftisevnir
  • Megnar at virka fyri góðum samstarvið millum foreldur, børn og starvsfelagar
  • Ynskir áhaldandi at menna teg fakliga og vera við til at menna stovnin
  • At tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd

Um okkum

Miðgarður liggur mitt í Miðvági, umgivin av fjøllum og fjøru, við viðarlund og áum. Okkara fantastiska nærumhvørvið er ein stórur og týdningarmikil partur av okkara dagligdegi.

Vága kommuna hevur hægstu normering í landinum, og hetta gevur okkum møguleika til at veita tí bestu tænastuna til familjuna í nútíðarsamfelagnum.

Fakliga støðið er høgt og vit síggja okkum sum ein lærandi stovn, ið er í støðugari menning og vit vænta, at tú hevur hug at gerast ein virkin partur av fakligu menningini.

Vit dagføra okkum javnan við nýggjastu vitanini, tí vit vilja tryggja at okkara námsfrøðiliga arbeiði byggir á nýggjastu gransking. Vit síggja tað sum okkara fremstu uppgávu, at skapa eina góða relasjón við barnið og foreldrini, og vit skipa arbeiðið soleiðis, at tað hóskar til tørvin hjá tí einstaka barninum og familjum teirra. Okkara arbeiði byggir á nærveru og tekur støðið í okkara virðisprofili og barnasýni.

Vit eru partur av 3 ár verkætlan “Saman um barnið – Vitan í verki”, saman við stovnum og skúlum innan barna- og ungdómsøkið í Vágum.

Løn og setanarviðurskifti

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7:00 til 17:00. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-24 og hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2-8. Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Majbritt Poulsen, leiðara á tlf. 794510.

Sí meira á okkara heimasíðum: www.midgardur.fo og www.vaga.fo.

Søk starvið við at klikkja á Søk nú knøttin á høgru síðu. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11 apríl 2025.

Námsfrøðilesandi, sum verða lidnir til summar, eru vælkomin at søkja. Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.

Eisini søkja vit eftir avloysarum at byrja skjótast gjørligt.

Lýsing er stovnað28. March 2025
Umsóknarfreist11. April 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Miðvágur
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki