Sóljuhjarta
Sóljuhjarta
Sóljuhjarta

Námsfrøðingar og hjálparfólk til Sóljuhjarta

Størvini eru til vøggustovur, barnagarðsstovur, Søldarfjørður og til náttúrbarnagarð í Æðuvík, tey sum gerast námsfrøðingar í summar, eru eisini hjartaliga vælkomin at søkja. Størvini eru til setan so skjótt sum tað letur seg gera!

Vit søkja eisini avloysarar, sum vit kunnu senda boð eftir, eftir tørvi.

Um okkum:

Í Sóljuhjartanum eru 4 barnagarðstovur, 4 vøggustovur og náttúrbarnagarður í Æðuvík.Í Sóljuhjartanum starvast 40 fakligt dugnalig og íðin starvsfólk.

Vit kunnu bjóða:

• Spennadi og fjøllbroytt størv, har námsfrøðin, barnabólkurin og einstaka barnið er í miðdeplinum.• Eitt starv, har tú setur dám á gerandisdagin.

Vit vænta, at tú:• hevur ein savnandi hugburð• ert opin, erlig/ur og fyrikomandi• leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag• ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum• ert týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarv hevur umsorgan fyri børnunum• er íðin, nærlagdur og álítandi• hevur gott yvirlit og megnar væl at skipa dagin• er nýhugsandi, ígongdsetandi og megnar broytingar um so skuldi verið• sær møguleikar í náttúruni og dugir at gera brúk av teimum í arbeiðinum

Setanarviðurskifti:Løn og setanarviðurskiftið eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag.

Umsókn:Umsókn við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast mánadagin 7. apríl 2025.

Nærri fæst at vita um størvini, við at tosa við til Káru Løkin, leiðara tlf. 297171, umsóknin skal sendast til soljuhjarta@runavik.fo

Lýsing er stovnað25. March 2025
Umsóknarfreist7. April 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
31 Niðari Vegur, Søldarfjørður 660, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki