Varaleiðari til Sóljugarð
Vága kommuna søkir eftir varaleiðara til Sóljugarð, at byrja skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðar farloyvisstarv fram til 1. februar 2024.
Við hægstu normering í landinum, hava vit møguleika fyri at veita bestu tænastu til barnafamiljuna í nútíðarsamfelagnum.
Vit søkja eftir einum ágrýtnum, kveikjandi og ábyrgdarfullum varaleiðara, sum saman við leiðaranum, vil ganga fremst og menna stovnin, har námsfrøði, menning, nærvera og trivnaður millum børn, foreldur og starvsfólk hevur hægstu raðfesting.
Starvið
Sum varaleiðari í Sóljugarði, hevur tú møguleika, at gerast partur av einum stovni í menning, og seta tín dám og tína ávirkan á námsfrøðiligu kósina, saman við okkum. Tú fært bæði leiðslu uppgávur, umsitingarligar og námsfrøðiligar uppgávur.
Vit kunnu bjóða tær:
- Ein gerandisdag, har ongin dagur er eins, men har tú hevur møguleika fyri at seta tín dám á, við tínari persónligheit, tínum førleikum og royndum.
- At gerast partur av einum umhvørvi, har tað er pláss fyri nýskapan og har tú kanst vera við til at víðari menna stovnin.
- Góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.
- Eitt áhugavert arbeiðspláss, við dugnaligum starvsfólkum, har trivnaður og faklig menning hevur høga raðfesting.