Norðurstova í Miðgarði
Norðurstova í Miðgarði
Norðurstova í Miðgarði

Námsfrøðingar við hjarta fyri børnum og sernámsfrøði, til Norðurstovu í Miðgarði

Hevur tú útbúgving innan sernámsfrøði ella stóran áhuga fyri økinum og ynskir tú at arbeiða í einum fakliga sterkum og tvørfakligum umhvørvi, har tú kanst gera ein veruligan mun?

Norðurstova er ein serstova, og umfatar alt dagstovnaøkið í Vága kommunu og veitir námsfrøðiligan stuðul til børn við ymiskum tørvi.

Um starvið

Í Norðurstovu arbeiða vit út frá tí sannføring, at øll børn hava rætt til eitt mennandi og inkluderandi umhvørvi, har tey verða møtt við virðing, nærveru og fakligari vitan.

Arbeiðið byggir á fakligar metingar, virkisætlanir og greið menningarmál fyri einstaka barnið. Vit leggja dent á eina fyribyrgjandi og styrkjandi tilgongd. Vit byggja tryggar relatiónir, skapa skipað læringsumhvørvi og styrkja samskifti, luttøku, sjálvbjargni og sosialar førleikar hjá barninum.

Tú verður partur av einum tvørfakligum samstarvi við leiðslu, foreldur og aðrar fakbólkar, har tit í felag finna bestu loysnirnar fyri barnið.

Vit vænta, at tú

  • ert útbúgvin námsfrøðingur við eftirútbúgving í sernámsfrøði
  • hevur áhuga fyri ella royndir innan sernámsfrøðiliga økið
  • dugir at arbeiða skipað við málum og virkisætlanum
  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
  • megnar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • ynskir at menna teg og sernámsfrøðiliga arbeiðið í Vága kommunu

Um eingin námsfrøðingur søkir, kunnu umsøkjarar við aðrari viðkomandi útbúgving og royndum innan økið eisini koma í meting.

Vit bjóða

  • eitt spennandi og mennandi starv
  • eitt arbeiðspláss við høgum námsfrøðiligum ambitiónum
  • góða innleiðslu og regluliga fakliga sparring
  • starvsfelagar, sum leggja dent á samstarv og trivnað

Miðgarður er ein lærandi stovnur, har vit deila vitan og læra hvør av øðrum.

Løn og setanarviðurskifti

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 7.15 og 16.30. Løn verður veitt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Vága kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meiri fæst at vita við at venda sær til leiðaran, Majbritt Poulsen, á tlf. 794510 ella við at vitja www.midgardur.fo og www.vaga.fo.

Umsókn
Søk starvið við at trýsta á “Søk”. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hóadagin 29. oktober 2026.

Lýsing er stovnað14. oktober 2026
Umsóknarfreist29. oktober 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
Miðvágur 370, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki