Vága kommuna
Vága kommuna
Vága kommuna

Umsjónarfólk til Vága kommunu

Søkt verður eftir umsjónarfólki til Vága kommunu. Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja skjótast til ber. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um at røkja og viðlíkahalda bygningar og øki rundanum.

Arbeiðsuppgávur:

Umsjónarfólki kemur at hava umsjón og rakstur av/við ognum hjá Vága kommunu og eru uppgávurnar sera fjøltáttaðar. Umsjónarfólki kemur eisini at røkja bygningarnar og økini kring bygningarnar. Til tíðir kann væntast, at umsjónarfólki kemur at hjálpa til á øðrum deildum á tekniska økinum hjá kommununi. Sum umsjónarfólk, skal tú kunna átaka tær aðrar uppgávur hjá kommununi, tá tørvur er á tí.

Krøv til útbúgving og førleikar
  • at tú ert handverkari ella hevur praktiskar royndir innan handaligt arbeiði, sum gera teg føran fyri at fremja umsjónaruppgávur
  • at tú ert røkin og vælskipað/ur í tínum arbeiði
  • at tú sjálv/ur dugir at síggja, hvat krevur ábøtur, og fært arbeiðið avgreitt
  • at arbeiða sjálvstøðugt, verða fyrikomandi og duga væl at samstarva við bæði starvsfólk og borgarar
  • at tú dugir at loysa trupulleikar, arbeiða sjálvstøðugt og hevur gott handalag
Lýsing er stovnað1. februar 2024
Umsóknarfreist19. februar 2024
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
1 Hammershaimbsvegur, Sandavágur 360, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki