Sernám
Sernám
Sernám

Taliráðgevi

Søkt verður eftir einum taliráðgeva til smábarna- og fólkaskúlaøki í Sernámi.

Talan er um barsilsstarv fulla tíð at byrja 1. desember 2024 ella skjótast eftir tað. Møguleiki er eisini fyri niðursettari arbeiðstíð.

Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið.

Høvuðsuppgávan í starvinum eru:

  • At veita ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk í skúlum og á dagstovnum og til foreldur
  • At kanna og viðgera børn við talitrupulleikum í og undir skúlaaldur
  • At skipa fyri fyribyrgjandi tiltøkum innan talu og málmenning
  • At menna sernámsfrøðiliga virksemið í dagstovnum og skúlum
  • Samstarva tvørfakliga innanhýsis og uttanhýsis

Arbeiðsøkið er stórt og fjølbroytt við nógvum samskifti við starvsfólk, leiðslur, avvarðandi og aðrar viðkomandi stovnar, og tí vænta vit, at umsøkjari:

  • Hevur førleika at arbeiða við sernámsfrøðiligum avbjóðingum
  • Er við í at menna sálarfrøðiliga og sernámsfrøðiliga virksemið í skúlum og á dagstovnum
  • Er við í tvørfakligum samstarvi, innanhýsis og uttanhýsis
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni
  • Dugir at skapa álit
  • Dugir at samstarva við skiftandi fakbólkar
  • Hevur áhuga fyri avbjóðingum, er fúsur at royna nýggjar leiðir og tolir broytingar
  • Dugir at orða seg í skrift og talu

Vit bjóða:

  • Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
  • Tvørfakligt mennandi umhvørvi í tøttum samstarvi við starvsbólkarnar í Sernámi
  • Fakligt samstarv við taliráðgevarnar í Sernámi
  • Førleikamenning eftir umstøðum og tørviSERNÁM

Førleikakrøv:

Útbúgving sum audiologopedur, lærari ella námsfrøðingur við eftirútbúgving innan logopedi ella samsvarandi.

Setanartreytir til starvið:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200 ella í teldubrævi til [email protected].

Tann, ið sett/ur verður, skal játta, at barnaváttan verður umbiðin. Fyri at verða sett/ur í starv, skal umsøkjarin hava reina barnaváttan.

Umsóknarfreist:

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 3. november 2024 og skulu sendast til:

Sernám

Bókbindaragøta 8

FO-100 Tórshavn

ella sum teldubræv til [email protected]

Lýsing er stovnað24. oktober 2024
Umsóknarfreist3. november 2024
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki