

Starvsfólk til Frítíðarskúlan við Stórá
Vit leita eftir 4 eldhugaðum starvsfólkum – námsfrøðingum ella hjálparfólki – til okkara livandi og spennandi Frítíðarskúla við Stórá, í Runavíkar Kommunu, at byrja 10. august 2026, ella skjótast gjørligt eftir tað.
Í Frítíðarskúlanum við Stórá arbeiða vit hvønn dag fyri, at skapa eitt trygt, kveikjandi og mennandi frítíðarumhvørvi, har børn kunnu trívast, spæla, læra og menna seg saman við nærverandi og umsorganarfullum vaksnum.
Vit halda til, bæði í Rituvík og á Glyvrum, og uml. 170 børn í aldrinum 5–9 ár ganga hjá okkum.
Størvini eru 25 tímar um vikuna, har arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 09.30 - 17.00, og tá skúlin hevur frí, ímillum kl 7.30-17.00. Størvini eru bæði í Rituvík og á Glyvrum.
1 av størvunum er, sum stuðul hjá barnið við rørðslutarni. Og til hetta starvið ynskja vit starvsfólk, sum trívist og megnar at arbeiða í tættari relatión til eitt barn.
Hini størvini eru í árgangstoymunum, har barnatali er uml. 55 børn.
Størvini vera sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, á lønarstigi 11-22, fyri námsfrøðingar og lønarstig 2-8, fyri hjálparfólk.
Vit leita eftir tær, sum:
- Hevur áhuga og gleði í at arbeiða við børnum (5–9 ár)
- Er ágrýtin, skapandi og tekur ábyrgd
- Hevur hug at menna og styrkja námsfrøðiliga arbeiðið
- Dugir at skapa spennandi, skapandi og fjølbroyttar upplivingar
- Dugir at byggja upp tryggar karmar um børnini
- Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
- Trívist í einum umhvørvi við foreldrum, børnum og góðum starvsfeløgum
Vit bjóða tær:
- Eitt arbeiðspláss við høvuðsdenti á dygdargóða frítíðarnámsfrøði
- Rúm fyri kreativiteti, rørslu og spæli
- Tíð til fyrireiking og eftirmeting
- Gott og mennandi toymisarbeiði
Umsóknir, saman við avriti av prógvi, ummæli, lívslongdarsøgu (cv) o.ø. skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi týsdagin 14 juli 2026.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Runavíkar Kommuna skyldu til, at fáa barnaváttan til vega, aðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Søk starvið her á Alfred, ella við at senda umsøkn beinleiðis til. fritansing@runavik.fo
Nærri fæst at vita um størvini, við at venda sær til Hans Andrias Olsen leiðara, á tlf. 216630
Føroyskt





