

Lívbjargari til svimjihøllina Bylgjan
Hevur tú hug at arbeiða í tropiskum umhvørvi við svimjihyli og vælveruøki?
Vil tú vera partur av einum nýggjum toymi sum veitir trygd og tænastu?
Leyp útí við okkum tí vit leita eftir lívbjargarum til svimjihøllina í Runavík.
Vit leita eftir einari kvinnu til fast starv umframt bæði kvinnum og monnum til parttíðar- og avloysarastørv.
Um starvið
Svimjihøllin í Runavík er nýggj og tú verður eitt av okkara andlitum til gestirnar.
Uppgávurnar vera fjølbroyttar. Sum lívbjargari skalt tú fáa gestirnar at føla seg tryggar og tú skalt hava gott yvirlit – og tú mást vera til reiðar at leypa útí.
Reingerð er ein týdningarmikil partur av gerandisdegnum og umklæðingarrúmini skulu regluliga reingerðast meðan opið er. Tí tørvar okkum bæði kvinnur og menn.
Haraftrat gera lívbjargararnir eisini vatnkanningar og standa fyri ymiskum virksemi í og kring hyljarnar, so sum saunagos og annað.
Fasta starvið er 39 tímar um vikuna, í høvuðsheitum dag- og kvøldvaktir og umleið eitt vikuskifti um mánaðin.
Parttíðarstørvini eru 4-10 tímar um vikuna, serliga kvøld og vikuskifti eftir nærri avtalu. T.d. 4. hvørt vikuskifti ella 2. hvønn leygardag.
Vit bjóða:
-
Upplæring og venjing til lívbjargararoynd.
-
Møguleika at røra teg, venja og viðlíkahalda lívbjargaraførleikarnar i arbeiðstíð – eitt frálíkt høvi at sameina arbeiði og heilsu
-
Skiftandi arbeiðsuppgávur
-
Ágrýtnar starvsfelagar
Uppgávurnar fevna m.a. um:
-
Hava yvirlit og veita trygd við hyljarnar (vera til staðar við hyljarnar)
-
Reingerð
-
Vera í móttøkuni
-
Gera vatnkanningar
-
Standa fyri saunagosi og øðrum virksemi í hyljunum
Um teg:
-
Tú ert 18 ár ella eldri
-
Tú dugir væl at svimja og megnar at standa lívbjargararoyndina í seinasta lagi ein mánað eftir starvsbyrjan.
-
Tú samskiftir virðiliga við vitjandi og starvsfelagar
-
Tú ert vinaligur, fyrikomandi og álítandi
-
Tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
Ivast tú í lívbjargingarroyndini? Vit hjálpa tær og skipa fyri felags venjing, har tú fært vant í tryggum umhvørvi.
Setanarviðurskifti:
-
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið
-
Starvsbyrjan: 1. August ella skjótast gjørligt
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Runavíkar kommuna skyldu at fáa til vega barnaváttan áðrenn starvsbyrjan.
Vilt tú vita meira um lívbjargingarroyndina ella annað í starvinum? Sonya Pratt svarar fegin spurningum á 237046 ella á sonya@runavik.fo.
Soleiðis søkir tú:
-
Send umsókn, lívsrensl og viðmæli umvegis Alfred.fo.
-
Umsóknarfreist: 15. juli
-
Setanarsamrøður vera í viku 30 og fram til øll størvini eru sett.
Starvssetanin er treytað av reinari barnaváttan og at lívbjargararoyndin verður staðin innan ein mánað eftir starvsbyrjan.
Javnstøðunevndin hevur givið loyvi til at søkt verður eftir persónum við ávísum kyni, tí mett verður, at starvið sum lívbjargari í svimjihøllini er treytaleyst kynsbundið sambært §3, stk. 2 í javnstøðulógini.
Ein av orsøkunum er, at starvsfólkini eisini skulu hava eftirlit við skiftingarrúmum.
Føroyskt


