

Runavíkar kommuna – Sóljuhjarta søkir námsføðingar!
Kom og ger mun í lívinum hjá børnum!
Runavíkar kommuna – Sóljuhjarta søkir námsføðingar! 😊
Hevur tú hjarta fyri børnum og hug at arbeiða í einum livandi og mennandi umhvørvi?
So hava vit tørv á tær!
Vit søkja námsfrøðingar og hjálparfólk
Til vøggustovur og barnagarðsstovur í Søldarfirði
Setan: Aug. 26 ella eftir nærri avtalu.
Vit leita eisini eftir avloysarum, sum kunnu koma til arbeiðis eftir tørvi.
________________________________________
Hví velja Sóljuhjarta?
Í Sóljuhjartanum fært tú:
Eitt arbeiðspláss við 40 dugnaligum og íðnum starvsfólkum
Eitt stað, har barnið er í miðdeplinum
Møguleika at ávirka og skapa ein góðan gerandisdag
Eitt arbeiði við bæði innihaldi, nærveru og menning
Vit hava:
– 4 barnagarðsstovur
– 4 vøggustovur
– Náttúrbarnagarð í Æðuvík
________________________________________
Vit leita eftir tær, sum
✔ hevur hjarta fyri børnum
✔ ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
✔ dugir at samstarva og samskifta væl
✔ hevur umsorgan og tol
✔ ert álítandi, íðin og nærlagdur
✔ dugir at skipa og skapa yvirlit
✔ ert nýhugsandi og sær møguleikar – eisini í náttúruni 🌿
________________________________________
Setanarviðurskifti
Løn og setan eru sambært sáttmála millum
KAF og Føroya Pedagogfelag
Søk starvið
Freistin at søkja er mikud. 1. juli 26
Send umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl til:
📧 soljuhjarta@runavik.fo
Vilt tú vita meira?
Set teg í samband við:
Kára Løkin, leiðari 297171
Føroyskt





