

Sølufólk
Ert tú okkara nýggja sølufólk?
Vit fara at økja um virksemi okkara, og fáa eina enn størri vøruskrá enn vit longu hava. Vit leita tí eftir einum sølufólki, sum hevur hug at taka ábyrgd, skapa úrslit og vera partur av einum sterkum toymi við høgari ferð og góðum samanhaldi.
Tú nýtist ikki at hava royndir úr køksvinnuni. Tað týdningarmesta er, at tú hevur dirvi, áhuga fyri sølu og hug at læra. Vit syrgja fyri góðari upplæring, so tú skjótt kennir teg tryggan í starvinum og kanst mennast – bæði fakliga og persónliga.
Sum sølufólk hjá HTH arbeiðir tú við sølu og ráðgeving til privatkundar og til vinnuna. Starvið er fjølbroytt og sameinir sølu, kundasamskifti- & tænastu, innrætning og praktiskar uppgávur.
Tú fært ein arbeiðsdag, har pláss er fyri bæði ábyrgd og samstarvi, og har dagarnir sjáldan eru eins.
Tínar høvuðsarbeiðsuppgávur:
- Móttøka og ráðgeving av kundum í handli, umvegis telefon og teldupost
- Greining av tørvi umframt tekning og sniðgeving
- Rokna tilboð út og leggja hetta framm fyri kundum
- Uppfylging av sølutilgongdini og trygging av góðari kundauppliving
Um teg:
Vit leggja størri dent á tín hugburð og títt engagement enn á formligar førleikar.
Tí ímynda vit okkum, at tú:
- Trívist við kundasambandi og miðvísari sølu
- Dámar ein arbeiðsdag við bæði praktiskum og ráðgevandi uppgávum
- Arbeiðir sjálvstøðugt, men virðismetir eitt sterkt toymi
- Tekur ábyrgd og varðveitir yvirlitið – eisini tá nógv er at gera
- Hevur hug at læra nýtt og mennast í starvinum
Royndir innan smásølu, sølu, handverk ella øðrum kundatengdum uppgávum eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Vit bjóða:
- Eitt fjølbroytt og spennandi starv við ávirkan
- Upplæring og atgongd til egi útbúgvingarakademi hjá HTH
- Møguleika fyri fakligari og persónligari menning í eini sterkari fyritøku
- Eitt toymi, har fólk hjálpa hvørjum øðrum og hava ein góðan og óformellan tóna
Vit trúgva uppá, at nøgd starvsfólk skapa nøgdar kundar, og at hetta saman skapar eina sunna fyritøku. Vit raðfesta eitt arbeiðsumhvørvi við virðing, samstarvi og plássi fyri skemti – eisini tá ferðin er høg.
Starvið er fulltíðarstarv, og arbeiðstíðin liggur innan fyri upplatingartíðirnar hjá handlinum.
Ljódar hetta sum nakað fyri teg?
So send okkum tína umsókn og lívsrensl skjótast gjørligt, tí vit hava samrøður leypandi.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhannu á jobr@hth.fo.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Føroyskt
Danskt
