

Sjúkrarøktarfrøðingur
Trívist tú í einari lærandi og mennandi mentan, har leiðslan tekur væl móti kreativum hugskotum og eggjar starvsfólki at gera tað, sum tey brenna fyri og duga best?
Vilt tú gerast partur av einum opnum, forvitnum, jaligum og samstarvssinnaðum toymi við sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum, fysioterapeutum, ergoterapeutum og kostfakfólki?
Vilt tú saman við okkum arbeiða slóðbrótandi við tvørfakligum og samanhangandi tilboðum til heimabúgvandi borgarar?
Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd, sum er staðsettur í Hoyvík, savnar flestu stuttíðarplássini í Tórshavnar Kommunu á einum stað. Tað eru 27 pláss á deplinum.
Endamálið við Urd er, umframt umlætting og linnandi røkt, at veita borgarum í Tórshavnar Kommunu, sum eru 67 ár og eldri og sum hava tørv á rehabiliterandi og sjúkrarøktarfakligum átøkum alt samdøgrið, eitt samanhangandi tvørfakligt tilboð, ið stuðlar undir eitt virkið og innihaldsríkt lív, eisini tá stuttíðarskeiðið er av.
Vit bjóða góða innleiðslu, virknar og góðar starvsfelagar, eitt dynamiskt arbeiðspláss, góðar umstøður og møguleika at seta tín dám á og verða partur av menningini av Urd.
Førleikakrøv
- Útbúgving og løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Hevur vilja og góð evni at samstarva tvørfakliga
- Hevur góð samskiftisevni í skrift og talu og góðan telduførleika
- Hevur hug og evni at arbeiða sjúkufyribyrgjandi, heilsustimbrandi og rehabiliterandi
Løn- og setanartreytir
Talan er um eitt fast starv sum sjúkrarøktarfrøðingur við starvsbrøki 0,8. Arbeitt verður í skiftandi vaktum.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og er leyst til setan frá 1. mars 2024 ella eftir avtalu.



