

Medisinski depilin søkir sjúkrarøktarfrøðing til seingjadeildina H1 - Neurologi og Dermatologi
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi at byrja 01.12.2026 ella skjótast til ber. Talan er um fast starv á brøk 0,8 í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti .
H1 er seingjadeild við 35 seingjaplássum býtt á trý toymir. Á H1 - Neurologi og Dermatologi toyminum taka vit ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi og øðrum nerurologiskum sjúkum. Harumframt taka vit ímóti dermatologiskum sjúklingum. Toymið hevur pláss fyri 9 sjúklingum. Virksemið í toyminum er í samstarvi við ambulatoriir innan somu sergreinar. Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar í toyminum. Eisini taka vit í móti akuttum sjúklingum til trombolysu, ella EVT. Toymið H1- Neurologi og Dermatologi er staðsett á H1 í nýggja H-bygninginum.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- Móttøka og viðgerð av akuttum neurologiskum sjúklingum
- Sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar á deildini
- At útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina
Vit leggja dent á:
- Prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Góð tvørfaklig samstarvsevni
- Fakligan áhuga innan økið ella áhugan at læra sergreinarnar
- Góðan telduførleika
- Viljan og evnið at brúka reflektión, sum lið í menningini
- At tú kanst undirvísa og miðla vitan til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartnarar
Vit kunnu bjóða:
- Innleiðslu og upplæring á deildini
- Eitt dynamiskt, avbjóðandi, fjølbroytt og stuðlandi arbeiðsumhvørvi
- Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
- Tvørfakligt samstarv
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Elisabeth Hjaltalin, funktiónsleiðara, á t-post [email protected]
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu.
Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Føroyskt







