

Sjúkrarøktarfrøðingur til Steno Miðstøðina
Steno Miðstøðin, ið er diabetes og endokrinologiskt ambulatorium, søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi. Talan er um eitt fast starv á brøki 1,0 til setan 1. januar 2027, ella eftir avtalu. Starvið fevnir eisini um vikuskiftisvaktir á medisinskari seingjardeild.
Um Steno Miðstøðina
Starvsfólkahópurin í Steno toyminum er samansettur av sjúkrarøktarfrøðingum, læknum, læknaskrivarum, dietisti, fíggjarfólki og verkætlanarfólkum, í alt 14 starvsfólk. Steno Miðstøðin er staðsett í Útistovu, Bláa ambulatoriið. Steno Miðstøðin verður rikin av Sjúkrahúsverkinum og er ein av sjey Steno Miðstøðum og verður arbeiðið lutvíst fíggjað av Novo Nordisk Fonden.
Endamálið við Steno Miðstøðini er at tryggja persónum við diabetes og øðrum hormon- og stoffskiftissjúkum bestu viðgerðina, ið kann betra um lívsgóðskuna hjá hesum persónum. Á Steno Miðstøðini verður arbeitt við støðugum betranarátøkum, tvørgeiraðum samstarvi og gransking.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum
-
Sjálvstøðugar viðtalur
-
Geva viðgerðir
-
Samskipa viðgerðir og eftirkanningar
-
Kunna, vegleiða og undirvísa sjúklingum og avvarðandi
-
Undirvísa einstaklingum og bólkum
-
Seta fyribyrgjandi átøk í verk
-
Miðla vitan skrivliga og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar og samstarvsfelagar
Krøv til umsøkjaran
-
Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
-
Góð tvørfaklig samstarvsevni
-
Góður telduførleiki
-
At tú megnar at fáa yvirlit yvir fjøltáttaðu arbeiðsuppgávurnar, raðfesta og samskipa sjúklingagongdir
-
At tú megnar at nýta reflektión sum arbeiðsamboð, ein til ein og í bólki.
-
At tú ert sinnað/ur at menna førleikar at miðla vitan og undirvísa
Faklig vitan innan økið og kliniskar royndir við medisinskari sjúkrarøkt eru ein fyrimunur.
Vit bjóða
-
Felags innleiðslu og upplæring
-
Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
-
Góðar møguleikar fyri førleikamenning
-
Virknar og skikkaðar starvsfelagar
-
Tætt tvørfakligt samstarv
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Setanarøkið er Landssjúkrahúsið, Medisinski depilin, og Steno Miðstøðin heldur til í Útistovu á Medisinska ambulatoriinum.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóhannu Andreasen funktiónsleiðara á tlf. 304500 lokal 6251, ella við at skriva til [email protected]










