

Landsdemenssamskipari til Suðuroynna
Á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum er eitt starv sum landsdemenssamskipari leyst at søkja frá 1. desember 2026 ella skjótast tilber.
Starvið er staðsett á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum, og arbeiðsøkið er í kommunalu samstarvsøkinum hjá Suðuroyar Bú- og Heimatænastuni (BHS) . Ein dag aðruhvørja viku er arbeiðsdagurin í Tórshavn á Demensklinikkini.
Talan er um eitt starv á brøki 0,6.
Starvskarmar og innihald hjá Landsdemenssamskiparunum:
Landsdemenssamskipanin er partur av ætlanini um eitt demensvinarligt samfelag og skal tryggja, at vitan um demens kemur út til fólk, - tey við demens, teirra avvarðandi og onnur, sum skulu veita hjálp í samband við demensin.
Tað er eitt av strategimálunum hjá Sjúkrahúsverkinum at arbeiða við at menna demensvinarliga samfelagið.
Tann demensrakti skal verða í miðdeplinum í øllum tilgongdum, og landsdemenssamskiparin skal á sínum kommunala øki virka fyri bestu tænastu um tann demensrakta og avvarðandi, - hetta saman við ymiskum samstarvsfeløgum.
Uppgávurnar eru:
- At verða við til útgreinan á Demensklinikkini. At hava viðtalur og fylgja viðgerðunum, sum verða settar í verk. At gera uppfylgjan í tí sambandinum við at stuðla og ráðgeva kommunalu demenssamskiparunum, Almannaverkinum, demensraktum og avvarðandi.
- At vera forlongdi armurin frá demensklinikkini - út til kommunurnar og annars landið sum heild.
- At vegleiða samstarvsfeløgum, so tey verða før fyri at undirvísa og gera samrøðubólkar til persónar við demens og avvarðandi. Menna tann sosialpædagogiska hugburðin og vera tann reflekterandi praktikarin.
- At menna tilfar til vitan um demens saman við starvsfeløgum á Demensklinikkini
Førleikakrøv:
- Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Royndir innan demensøkið
Ynskiligt er, at tú hevur:
- Útbúgving sum demenssamskipari ella sinnað at taka hesa útbúgving
- Megnar at hava nógvar bóltar um somu tíð, tí starvið fevnir breitt
- Vilja at arbeiða í broytingartilgongdum
- Hugin og viljan at arbeiða tvørfakliga, rehabiliterandi, heilsufremjandi, fyribyrgjandi og vitanardeilandi
Vit bjóða:
- Eitt spennandi starv innan demensøkið
- Innleiðslu og upplæring í starvinum
- Regluliga supervisión
- Mentor fyrstu tíðina
- Luttøku í felags menning innan økið. Fakliga sparring við starvsfelagar innan landsdemensskipan eftir tørvi.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um størvini við at ringja á tlf. 234557 til Birgit Andersen, virkandi deildarleiðara á
Føroyskt









